Edmund Joensen átalar løgmann

– Tað er átaluvert, at løgmaður ikki hevur brúkt upplagda møguleikan á fundinum í Arktiska ráðnum at fáa ES at taka aftur sína hóttanir um at revsa Føroyar.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins. Hann vísir á, at inuittar í Nunavut í Kanada kláraðu at seta ES skák mát við at taka aftur boykoytt móti kópavørum úr Kanada.

– Man má taka hattin av fyri inuittum í Nunavut, sum er partur av Kanada. Inuittarnir vunnu nevniliga ein týðandi sigur á Europasamveldinum á fundinum í Arktiska Ráðnum, sigur Edmund Joensen.

Á fundinum steðgaðu Nunavut-inuittarnir, umvegis kanadisku stjórnina, ES í at gerast eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum.

Orsøkin er, sigur Edmund Joensen, at ES fyri nøkrum árum síðani setti bann fyri innflutningi av kópavørum úr Kanada. Hesar vørur, m. a. kópaskinn, eru tilverugrundarlagið hjá inuittunum í Nunavut.

– Hetta bann vilja teir hava burtur, sigur Edmund Joensen.

– Í Arktiska Ráðnum verða avgerðir tiknar í fullari semju, og tað gevur í praksis limalondunum vetorætt. Henda rætt hevur Kanada brúkt. Landið krevur, at ES skal taka burtur innflutningsbannið móti kanadiskum kópavørum, áðrenn samveldið fær eygleiðarastatus í Arktiska Ráðnum. Hesum hevur ES nú boygt seg fyri, sigur Edmund Joensen.

Lesið átaluna frá Edmund Joensen VIÐ AT TRÝSTA HER