Edmund Joensen vann við 6 atkvøðum

Stórur spenningur valaði í kvøld um hvør fór at vinna formansvalið í Sambandsflokkinum. Edmund Joensen, løgmaður, og Jóhannes Martin Olsen, fyrrv. fólka- og løgtingsmaður, stillaðu upp. Endin var, at Edmund vann atkvøðugreiðsluna við 6 atkvøðum

Fyrr í vikuni mátti Edmund Joensen viðganga, at tað er kalt á toppinum. Hann varð vorðin greiður yvir at valfelag hansara í Eysturoynni, ikki fór at stilla hann uppaftur, sum formansevnið á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.


Tí útskrivaði hann val. Og hetta fekk øði í nógvar tingmenn. í hinum flokkunum, ja - men so sanniliga eisini í Sambandsflokkinum.


Atli Hansen, løgtingsmaður úr Gøtu, gav eitt ordans gleps frá sær í útvarpinum ein dagin, har hann segði, at Edmund heldur átti at verði farin frá sum løgmaður, heldur enn at kasta landið út í valstríð, bara tí hann var fornermaður.


Seinni í vikuni kom fra, at Jóhannes Martin Olsen stillaði upp sum mótvalevni Edmunds og tí var við spenningi bíðað eftir úrslitinum fríggjakvøldið.


Men tað var Edmund sum vann. Ikki stórt, men hann vann. Edmund Joensen fekk 32 atkvøður, meðan Jóhannes Martin Olsen fekk 26.


Jóhannes Martin Olsen tók tað hóast alt ikki so tungt, men tað eru tað aðrir sum gera. Teirra millum eru løgtingslimirnir Suni Jacobsen og Atli Hansen.


Suni Joensen segði at hann tekur valið til eftirtektar, men at hann er skuffaður. Spurdur um hann fer at stilla uppaftur segði hann, at tað avgerðina fer hann at taka saman við valfelagið sínum í Vágum.


Atli Hansen er eisini skuffaður; sera skuffaður. Hann heldur at flokkurin hevur brúk fyri einum formanni, sum vísir eitt sindur størri áhuga fyri flokkinum og floksarbeiðinum. Og tað ger Edmund Joensen ikki, sigur Atli Hansen.


Hann greiðir frá, at flokkurin mangan hevur havt fundir á Gamla Apotekið, men at tað er sera sjáldan at Edmund Joensen er við.

Atli Hansen sigur eisini, at hann stúrir fyri framtíðar samstarvsmøguleikunum.


- Fleiri av hinum flokkunum hava alment sagt, at teir ikki vilja samstarva við Sambandsflokkin, so leingi Edmund Joensen er leiðari.


Harafturat sigur Atli Hansen, at hann ikki roknar við tí stóru broytingini í innanhýsis samstarvstrupulleikunum.

- Eg dugi ikki at síggja, at eitt menniskja kann broyta seg so nógv, sigur hann.


So trupulleikarnir í Sambandsflokkinum eru ikki av enn, minni enn so. Men hvussu úrslitið av formansvalinum fer at ávirka løgtingsvalið, mugu vit bíða til 30. apríl at frætta um.