- Nú havi eg hvørki sæð ella hoyrt tað, sum Edmund Joensen førir fram, men eg kann bara siga, at eygleiðarastøðan hjá ES í Arktiska ráðnum hevur einki at gera við boykottið móti kópaskinni í ES.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum júst er afturkomin til Føroya eftir at hava verið á ráðharrafundi í Arktiska Ráðnum í Kiruna í Svøríki.
Hann sigur annars, at hann onga viðmerking hevur til útsagnirnar hjá Edmundi Joensen.
- Er tað soleiðis, Edmund Joensen hevur uppfatað málið, hevur hann misskilt tað heila. Annars havi eg onga viðmerking, sigur Kaj Leo Holm Jonhannesen, løgmaður.