Í morgin fer hátíðarliga skrúðgongan við politikarum, prestum og embætisfólk í Havnar Kirkju, har ólavsøkugudstænasta verður. Eftir tað verður kórsangur á Vaglinum, og síðani verður løgtingið sett.
Tveir royndir politikarar, sum hava gingið nógvar skrúðgongur, ganga í morgin fyri seinastu ferð. Edmund Joensen og Kári P. Højgaard hava boðað frá, at teir nú gevast í føroyskum politikki.
– Eg havi altíð fatað hesa løtuna sum tað minst politisku løtuna í øllum tingarbeiðnum. Hesa løtuna eru vit saman, og vit eru føroyingar. Politiska stríðið byrjar kl. 13, tá ið tingið verður sett, sigur Edmund Joensen við VikuskiftisSosialin.
Hann hevur gingið skrúðgongu sum vanligur tingmaður, sum løgmaður og sum løgtingsformaður.
Kári P. Højgaard hevur í 19 ár verið partur av politisku skipanini, men nú takkar hann fyri seg.
– Skrúðgongan hevur ómetaliga nógv at siga fyri meg, men eg meti, at tað hevur hon eisini fyri føroysku samfelagsskipanina.Tað er ein framsýning av, hvat almenna valdið í Føroyum er. Tingfólk, embætisfólk og kirkjan. Ein klárur boðskapur um, at Føroyar eru eitt kristið land, sigur Kári P. Højgaard.
Beint fyri klokkan 11 í morgin fer skrúðgongan av Vaglinum oman í Havnar Kirkju, og eftir gudstænastuna verður gingið niðan aftur á Vaglið. Klokkan 13 verður løgtingið sett, og løgmaður heldur ólavsøkurøðuna.
Onnur tingfólk hava eisini boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur á løgtingsvalinum, sum verður í seinasta lagi 31. august, og verður tað sum vanligt, verður onnur, sum bjóða seg fram, ikki afturvald. Tí verður stór útskifting í skrúðgonguni til næsta ár.

Edmund og Kári ganga seinastu skrúðgonguna

