Edmund sjeyndi kommandørurin

Tá ið Edmund Joensen, løgtingsformaður, mánadagin gjørdist kommandørur av Dannebrog, bleiv hann tann sjeyndi føroyingurin í røðini av kommandørum.

Tað er rættuliga vanligt, at drotningin í sambandi við vitjanir her á landi útnevnir nakrar føroyingar til riddarar av Dannebrog, men tað er meiri sjáldsamt, at kommandørar verða útnevndir.

Politikarar og kirkjumenn
Sum áðurnevnt er Edmund Joensen tann sjeyndi føroyingurin í røðini av kommandørum. Hinir seks eru Hans Jacob Joensen, bispur, Eivind Vilhelm, sáli, Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, J. Fr. Øregaard, sáli, Johan Djurhuus, sáli, og Jesper Dinesen, kommandørur.
Sostatt kann staðfestast, at tað eru fyrst og fremst politikarar og kirkjumenn, ið hava fingið tann heiður at verða útnevndir til kommandørar av Dannebrog.