Hákun Edmundsson, beiggi Jóan Símun Edmundsson, skiftir til NSÍ frá grannunum úr B68. U19 landsliðsmiðvallarin spældi allar 27 dystirnar fyri B68 í Effodeildini í fjør.
Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, sigur við in.fo, at talan er um ein tvey ára sáttmála. Hóast B68 í fjør hevði eitt vánaligt kappingarár, so fekk 19 ára gamli Hákun Edmundsson av álvara sítt gjøgnumbrot. Hákun tók lut í øllum 27 dystunum í fjør í bestu deildini. Bara tvær ferðir kom hann inn frá bonkinum, sambært Faroesoccer.com.
NSÍ hevur eisini fingið tilgongd av Jónleif Højgaard, sum somueliðis skifti frá B68 eftir farna kappingarár. Á sumri í 2013 tryggjaði felagið sær eisini nú 19 ára gamla Harald R. Højgaard. Felagið hevur mist Andy Olsen og Sjúrð Jacobsen, sum báðir hava skift til ÍF.
B68 flutti í fjør niður og millum spælararnar, sum hevur mist síðani tá, eru Evrard Blé, Mads Rosenberg, André Olsen og Ibrahima Camara.