Eduardo aftur á fótum

Kroatiski landsliðsleikarin hjá Arsenal, Eduardo, er nú á fótum aftur eftir ræðuligu takklingina frá Martin Taylor úr Birmingham í februar Myndin sýnir, at áleyparin hjá the Gunners, brasilskt føddi Eduardo, er væl á veg at gerast frískur eftir ta ræðuligu takklingina, sum verjuleikarin hjá Birmingham City, Martin Taylor, gjørdi móti honum í einum dysti í februar.

Eduardo, sum í løtuni hvílir seg í uppruna heimlandi sínum, Brasilia, vónar at gera comeback fyri Arsenal einaferð í summar.

Eg ætli mær at koma aftur til Europa í byrjanini av august, kanska enntá longu seinast í juli, sigur Eduardo við enska blaðið The Sun.

Læknar siga fyri mær, at tá eri eg komin fult og heilt fyri meg, og kann spæla fótbólt aftur. So tað vóni eg, sigur Eduardo.