Tað er ikki bara sum at siga tað, at leggja fleiri stovnar saman, sum í mannaminni hava arbeitt hvør sær.
At leggja bókhaldið saman, er ikki sum at siga tað - serliga ikki, um stovnarnir nýta ymsar EDV-skipanir.
Tryggingarfeløgini í nýggja tryggingarfelagnum hava ikki øll nýtt somu EDV-skipan, og tí ber ikki til bara at leggja skipanirnar saman.
? Vit hava tí trupulleikar við bókhaldinum, sum verða loystir seinni, segði Jens Petur Arge, sum er forstjóri í nýggja Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hann segði eisini, at ólíka lættari hevði tað verið, um teir sluppu at nýta P-tali í sínum arbeiði, men tað hevur Tryggingarfelagið Føroyar ikki loyvi til.
? Og vit hava heldur ikki biðið um tað, hóast tað er vanligt í øðrum londum, sigur Jens Petur Arge.
Forstjórin vísir kortini á, at Tryggingarsambandið Føroyar fyrr hevur biðið um loyvi at nýta P-tal, men hevur fingið tað noktað.