Edva Jacobsen aftur á ting

Nú sleppur hon at royna seg sum tingkvinna í andstøðu í nakrar dagar

Edva Jacobsen, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, tekur í dag sæti á løgtingi fyri Magna Laksáfoss, sum hevur biðið um farloyvi í eina viku.

 

Edva var annars tingkvinna fyri Sambandsflokkin frá 2010 til 2015. Frá 2008 til 2010 gjørdist hon fyrsta varakvinna og kom á ting sum eykafólk nakrar ferðir í hesum tíðarskeiðnum.

 

Sostatt er tingarbeiði ikki ókent fyri Edvu - hettar er kortini fyrstu ferð, at hon skal royna seg sum politikari í andstøðu.