Enn eitt fakfelag hevur í morgun sýnt stuðul til Pedagogfelagið og tikið frástøðu frá tí, sum Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, segði fyri nøkrum døgum síðani.
Tí tá segði Edvard Heen, at pedagogar kunnu ábyrgdast persónliga, um teir í verkfallið seta lív og heilsu hjá brúkarum hjá Almannaverkinum í váða.
Síðani hava fakfeløg bak á bakið sent miðlunum skriv, har tey taka frástøðu frá tí, sum stjórin í Almannaverkinum segði og samstundis stuðlað uppundir teimum lógligu stríðsstigunum, sum Pedagogfelagið nú hevur tikið.
Tað síðsta skrivið, sum er komið til miðlarnar, er frá Føroya Skipara- & Navigatørfelag. Annfinnur Garðalíð, formaður í felagnum sigur, at Føroya Skipara- & Navigatørfelag vil við hesum staðiliga mótmæla, at ein almennur stjóri, sum í hesum føri er stjórin í Almannaverkinum, hóttir við persónligum avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog, í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum.
- Ein slík útsøgn er óhoyrd í einum siviliseraðum samfelag, sum Føroyar eru. FSN heitir á Edvard Heen um at vísa respekt og virðing fyri tí frælsa samráðingarrættinum. Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og Føroya Skipara-& Navigatørfelag vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul, til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi, skrivar felagið í morgun.
Kúrrir politikarar
Meðan fakfeløgini eru í øðini um útsagnina hjá Edvardi Heen, so eru politikararnir ikki til at uppdríva í hesum málinum. Tí Kristina Háfoss, sum er ein av pørtunum í samráðingunum við Pedagogfelagið, hevur ikki viljað svarað Miðlahúsinum upp á spurningar um støðuna nú í fleiri dagar. Miðlahúsið hevði viljað spurt Kristinu Háfoss, hvat hon sigur til, at samgongan ikki tekur undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at lóggeva í sambandi við verkfallið hjá pedagogunum. Vit høvdu somuleiðis viljað spurt Kristinu Háfoss, hví Fíggjarmálaráðið ikki tekur tey neyðugu stigini til at setast aftur við samráðingarborðið við Pedagogfelagnum. Somuleiðis høvdu vit viljað spurt, um landsstýriskvinnan tekur undir við Edvardi Heen í útsagnini um, at hvør einstakur pedagogur kann ábyrgdast persónliga í hesum verkfallinum.
Men Kristina Háfoss svarar ikki okkara fyrispurningum um samrøðu.