Edvard Heen, sum til fyri stuttum var stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, verður nú partur av leiðsluni í BankNordik. Eisini Árni Ellefsen, stjóri í Nema-samtakinum, verður partur av leiðslu bankans. Hesum boðar bankin frá í tíðindaskrivi í morgun. Bankin sigur soleiðis:
»Ein nýggjur og styrktur leiðslubygnaður skal stjórna BankNordik eftir víðkanina av virksemi bankans seinastu tíðina m.a. við keypinum av Amagerbanken.
Við avtaluni um at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging og ætlaðu yvirtøkuni av Amagerbanken víðkar BankNordik komandi tíðina munandi um sítt virksemi. Í hesum sambandi styrkir bankin yvirskipaðu leiðsluna.
Nýggi bygnaðurin verður framyvir settur saman av trimum virkiseindum:
· Bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi undir leiðslu av John Rajani, bankastjóra/Deputy CEO
· Bankavirksemi í Danmark undir leiðslu av Jan Ulsø Madsen, landastjóra/Deputy CEO
· Markets undir leiðslu av Henrik Jensen (Danmark) og Johnny í Grótinum (Føroyar), undirstjórar/Chief Investment Officers
Eftir yvirtøkuna av Føroya Lívstrygging seinni í ár er ætlanin at stovna ta fjórðu virkiseindina, sum
fer at eita Pensjónir og Lívstrygging.
Hesar virkiseindirnar skulu síðani stuðlast av trimum øðrum eindum:
· Kreditt undir leiðslu av Janusi Petersen, forstjóra í BankNordik/CEO
· Stápsøkið (HR, marknaðarføring, KT og menning) undir leiðslu av Edvardi Heen, fyritaksstjóra/Chief Operations Officer
· Fíggjar- og váðastýring undir leiðslu av Árna Ellefsen, fíggjarstjóra/Chief Financiel Officer
Stjórnarskrivstovan hjá BankNordik verður framhaldandi stjórna av Rune Nørregaard, undirstjóra/Chief Legal Officer.
Samtaksleiðslan í BankNordik er nú sett saman av stjórn bankans og teimum seks nevndu undirstjórunum.
Stjórn bankans er framvegis Janus Petersen, forstjóri, og John Rajani, bankastjóri, sum mynda ovastu leiðsluna.
- Virksemið hjá BankNordik er víðkað munandi seinastu árini. Hetta er hent í samsvari við okkara ætlan um
miðvísan og haldgóðan vøkstur. Vit eru vís í, at okkara íløgur fara at vera BankNordik at gagni. Men vit vita
eisini, at góð úrslit eru tætt tengd at einari væleydnaðari samanrenning millum nýggja og verandi virksemi
hjá bankanum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.