Edvard Hermansen 75

Hósdagin 11. mars fylti Edvard Hermansen í Hósvík 75 ár.

Edvard vaks upp í Hósvík, men fór ungur av bygdini og búði í fleiri ár í Havn, har hann í fleiri ár arbeiddi sum skrivstovumaður og sølumaður, umframt at hann eisini hevur siglt við farmaskipi og við hvalabáti. Sum sjálvstýrismaður hava samfelagsmál eisini altíð havt hansara stóra áhuga.


Seinni búsettist Edvard aftur í heimbygdini, har hann er fallin væl til.


-red