Einasta laman í Føroyum býr í Nólsoy hjá unga parinum Edvard Skúvadal og Barbaru Andreasen. Og sum tað sær út nú, so verður hetta eisini tann síðsta laman. Stóra ynskið hjá Edvard og Barbaru er at fáa fleiri lamur, men tað sær ikki út til, at ynskið verður uppfylt.
– Vit hava sett okkum í samband við myndugleikarnar, tí vit vilja jú gjarna hava fleiri lamur. Men vit hava bara fingið noktandi svar. Øll klyvjadjór sleppa ikki at innflytast, sambært lógini, tí mann er bangin fyri smittuvanda, greiðir Barbara frá í samrøðu í nýggjasta Sosialinum.
Ein lama er eitt floksdjór, sum merkir, at hon trívist best saman við øðrum lamum. Men hendan laman er nærum púra einsamøll. Tó so hevur hon ein flokk, sum hon plagar at fylgjast við - nevniliga gæsnar, sum ganga á stykkinum hjá Edvard og Barbaru, sum í framtíðini skal vera ein djóralundo g eitt frítíðarstað. Men eigararnir halda, at laman hevur brúk fyri at føla seg vera partur av einum flokki av sínum egna slag.
Barbara og Edvard halda snøgt sagt, at tað er for galið, at tað ikki skal bera til at fáa fleiri lamur.
– Í flestum londum í Europa hevði hetta ikki verið lov, tí har hevur laman rætt til at vera í flokki við øðrum lamum. Tað er ein etiskur spurningur, um hon sum floksdjór sleppur at ganga einsamøll. Men tað sleppur mann opinbart í Føroyum, tí hendan djóraverndarlógin er ikki galdandi her, av tí at vit ikki eru í ES. Tað er keðiligt, at tað skal vera so, siga tey og vísa á, at tað væl ber til at innflyta slangur og eiturkoppar, sum tey halda vera ironiskt.
Men dreymurin um at fáa fleiri lamur er ikki uppgivin, og tey fara at gera sítt til, at laman fær fleiri av sínum slag rundan um seg.