Edvard skrivar um lívsins viðurskifti

Fyrr hevur Edvard Nyholm Debess so at siga bert spælt tónleik. Nú kryddar hann tónleik sín við sangum, sum hann sjálvur hevur skrivað. Úrslitið av hesum sæst og hoyrist á nýggju fløguni sum ber heitið “Á Leið”.

Edvard Nyholm Debess hevur í nógv ár spælt kontrabass og hevur spælt saman við - og undir hjá nógvum av okkara tónlistafólki, umframt at hann áður hevur givið út tvær fløgur í egnum navni. Afturat hesum hevur hann verið virkin innan tónasmíð og hevur skrivað til nógv ymisk høvi - tað verður seg klassiskt, sum rytmiskt.

Nú fer hann á ein nýggjan bógv - ein sum hann í langa tíð hevur ynskt sær at farið. Síðan á ungum árum hevur Edvard skrivað sangir, og tað eru onkrir av hesum hann nú sum sangari borðreiðir við á nýggju fløguni »Á Leið«. Sangirnir snúgva seg um lívsins viðurskiftir, sum Edvard á erligan og inniligan hátt lýsir, so einhvør man kenna seg aftur í onkrum.

At hjálpa sær við hesi fløguni hevur hann spælivinirnar Finn Hansen, Rógva á Rógvu og bróðursonin Una Debess. Allir framúr tónleikarar, sum seta sín serliga dám á tónleikin hjá Edvardi. Tónleikararnir hava, saman við Johannes Lundgren í Studio Epidemin, Göteborg, skapt eitt einkult, vælljóðandi og erligt ljóðunivers, har orð og løg veruliga koma til sín rætt.

Fløgan ber brá av nógvum ymiskum tónleiki, sum Edvard hevur fingist við gjøgnum tíðirnar, men víkjur avgjørt frá tí jazzkenda tónleikinum, sum vit annars kenna Edvardi fyri.