Edvard stjórnar í Grønlandi

Sunnudagin verður stór konsert í Grønlandi við norðurlendskum kvinnukóri, sum Edvard Nyholm Debess stjórnar.

Edvard Nyholm Debess stjórnar í morgin Nordisk Kvindekor á eini stórari heystkonsert í Katuaq, mentanarhúsinum í Grønlandi. Hann er boðin til Grønlands at stjórna eini norðurlendskari "medley" og at stjórna kvinnukórinum eftir vælumtóktu ferðina við Glymi í Nuuk í fjør summar.

Hann hevur nú í eina viku stjórnað kórinum og vant við grønlendskum tónleikarum, og sunnudagin kunnu áhoyrararnir vænta eina sera spennandi skrá, sum er í trimum. Fyrst syngur kvinnukórið norskar, grønlendskar, íslendskar og danskar sangir, og so tekur Edvard Nyholm Debess yvir við einum instrumentalum parti við trioini hjá Jim Milne. Høvuðsparturin av konsertini hevur fingið heitið Norðurlendsk medley og har eru fimm sangir, ið Edvard hevur lagt til rættis. Har ímillum er hansara egni "Rejsen", grønlendska fólkalagið Inuusummut pinnerseruttorama við orðum eftir Hans Lynge, Maistjarnan eftir Halldór Laxness og Jón Ásgeirsson, grønlendski Seqineq eftir Loth Hammeken. Og sjálvandi í hesum hátíðardøgum er Grønland eisini við til at heiðra Regin Dahl við sanginum Góða mamma við orðum eftir Jacob Hansen og lagi eftir Regini Dahl.

Konsertsamstarvið er komið í lag í samstarvi millum Nordens Institut í Grønlandi, Dansk-Færøsk Kulturfond, Royal Greenland, Nuuk kommunu, Nordisk Kvindekor og Katuaq, mentanarhúsið í Grønlandi.

Í farnu viku og í hesi vikuni hevur Annika Hoydal havt konsertir í Grønlandi. Og tær hava eydnað sera væl. Á skránni vóru løg av fløguni Havið og serliga tiltakið "Kære William". Konsertirnar sum vóru í Aasiaat, Sisimiut og Katuaq, mentanarhúsinum í Grønlandi savnaðu nógv fólk. Eisini tiltakið "Kære William" hevði stóran áhuga millum fólk og sunnudagin verður tað sent í grønlendska útvarpinum.