Søgan um tað góða, sum sigrar á tí ónda, er myndevni, nú Edward Fuglø er farin í holt við at myndprýða skúlan við Løgmannabreyt Listaverkið, sum er ein myndrond kring miðhøllina í nýggja skúlanum, lýsir eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu.
Myndrondin, sum í støðum er seks metrar høg, er gjørd úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru høllini. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars.
Listamaðurin Edward Fuglø sigur um myndrondina, at hon er søgan um tann, ið lurtar og sær og lærir seg at týða tekin.
- Hetta er eisini søgan um tann, sum hevur áræði og mót, og sum fer gjøgnum eld og vatn at náa sínum málum. Hetta er søgan um tað góða, sum sigrar á tí ónda, sigur Edward og leggur afturat, at henda elligamla søgan er veldug.
Edward Fuglø er fyrsta listafólkið, sum fer at arbeiða í einum almennum bygningi fyri Listabólkin hjá Tórshavnar kommunu.
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu samtykti á fundi í gjár at taka av uppskoti listamansins at prýða miðhøllina í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt, sum er størsta bygging nakrantíð í Tórshavnar kommunu.