Læknarnir hava nú staðfest, at Edward Kennedy hevur krabbamein í heilanum Edward Kennedy varð fluttur á sjúkrahús seinasta leygardag, og nú hava læknarnir í Boston staðfest, at hann hevur krabbamein í heilanum.
Edward Kennedy tók við sum senatorur eftir bróðurin John F. Kennedy í 1962. Hann hevur verið í Senatinum síðani, og so leingi hevur eingin annar verið senatorur.
Undir valstríðnum nú hevur Edward Kennedy sagt, at hann stuðlar Barrack Obama.