Sjeynda umfar í samráðingunum millum ES, Noreg, Føroyar og Ísland um eina avtalu um makrel er endað úrslitaleyst. Nú mæla ES og Noreg til at seta effektiv tiltøk í verk móti Íslandi og Føroyum. Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum Fiskeritidende í Danmark endurgevur. Danska heimasíðan skrivar, at bæði ES og Noreg eru vónsvikin av, at eingin avtala fekst í lag. EPAO, sum er parturin av ES, har áhugamálini innan uppisjóvarfisk eru savnað, Norges Fiskarlag og Fiskeri-og Havbrugsnæringen í Noregi, hava sent út eitt felags tíðindaskriv um miseydnaðu samráðingarnar. Kravið hjá teimum til ES og Noreg er, at effektiv tiltøk verða sett í verk móti Íslandi og Føroyum.
- Uppisjóvarvinnan í ES og Noregi ynskir at siga frá sínum vónbroti yvir, at seinastu samráðingarnar um at finna fram til eina semju miseydnaðust.
Í tíðindaskrivinum verður víst á, at ES og Noreg í 2010 gjørdu eina sínámillum makrelavtalu eftir at hava staðfest, at tað tá ikki var møguligt at fáa Føroyar og Ísland við í eina avtalu. TAC´ið varð lagt fast millum ES og Noreg eftir lívfrøðiligu ráðgevingini hjá ICES.
- Hóast samráðingarnar hildu fram við Føroyar og Ísland, gjørdi Ísland av at áseta sær eina kvotu á meiri enn 150.000 tons fyri 2011. Enn hava Føroyar ikki ásett sær sína kvotu.
Í tíðindaskrivinum verður sagt, at ES og Noreg komu til samráðingarborðið í Oslo við vilja til at røkka eini endaligari avtalu millum partarnar.
Sambært uppisjóvaráhugamálum í ES og Noreg er orsøkin til vantandi avtaluna, at Ísland og Føroyar eftir teirra tykki seta fram púrasta órealistisk krøv.
- Vit vilja leggja dent á, at kvotupartar ongantíð kunnu byggjast á eitt mynstur, sum kemur til sjóndar í óavmarkaðari veiði - uttan nakað vísundaligt trúvirði.
Teir tríggir partarnir, sum hava sent út felags tíðindaskrivið, vísa á, at samlaða veiðan eftir makreli eftir øllum at døma fer at fara yvir tað, sum ICES mælir til.
- Uppisjóvarvinnan í ES og Noreg stúrir fyri langsiktaða burðardyggleikanum fyri makrelstovnin. Tí krevja vit, at ES og norska stjórnin seta í verk effektiv tiltøk móti Íslandi og Føroyum.
Teir, sum hava undirskrivað tíðindaskrivið og áheitanina um tiltøk, eru Gerard van Balsfoort, Audun Maråk og Otto James Olson.