- Effektiviseringin er ikki einasti vinningurin við Skálafjarðartunlinum. Koyringin á landsvegunum annars minkar 20%. Tað merkir einar 50 miljónir krónur í spardum peningi Á valfundinum í Runavík vísti Gilli Trond eisini á tøl hjá P/F Skálafjarðartunlinum sum siga, at í fyrstani fara í miðal 4.500 ferðandi at brúka tunnilin dagliga.
- Teinurin hjá ferðandi millum Hvítanes og ávikavist Skipanes og Kambsdal verður dagliga millum 31 og 46 km. stytri, enn hann er í dag. Sparda tíðin hjá hvørjum einstøkum verður í miðal umleið 30 minuttir hvønn vegin. Hetta merkir, at føroyska samfelagið verður effektiviserað við 820.000 tímum árliga. Við eini tímaløn upp á 125 krónur, er talan soleiðis um einar 100 miljónir krónur um árið ? bert í spardari tíð.
Býarfrøðingurin og geografurin segði, at tær 100 miljónir krónurnar, sum samfelagið verður effektiviserað við tunlinum, ikki er hin einasti vinningurin.
- Teinurin hjá teimum 4.500 ferðandi verður eisini umleið 55 miljónir kilometrar stytri um árið. Hetta merkir, at samlaða koyringin á landsvegunum verður 20% minni ? og soleiðis verður sparingin umleið 50 miljónir krónur aftrat teimum áðurnevndu umleið 100 miljónunum, segði Gilli Trónd á valfundinum í Runavík.