Í hesum døgum er økið kring Effo-støðina í Klaksvík avbyrgt, tí tangarnir skulu skiftast. Har hava ligið tríggir tangar á 10.000 litrar og ein á 20.000.
Nú verða hesir skiftir út við tríggjar tangar á 30.000 litrar – tveir til diesel og ein til bensin.
Tað er NH-grevstur, sum stendur fyri arbeiðinum, sum kemur at taka seks vikur. Arbeiðið kemur at kosta góða millión krónur.
Hóast avbyrgingina verður vaskihøllin tøk, verður sagt av Effo.