Effo leggur upp til prískríggj í morgun við at bjóða bensin til sølu fyri eina krónur undir vanligan prís Føroyingar eru ikki vanir við prískríggj á olju- og bensinmarknaðinum. Men í morgun lýsir Effo í útvørpunum, at bensin í dag verður selt fyri eina krónur undir vanligan útsøluprís.
Tað var fríggjadagin, at Statoil skifti samleika og navn til Effo. Um hetta er ein liður í marknaðarføringni - ella vit fara kunnu gleða okkum til veruliga kapping um kundarnar, fer tíðin at vísa.