Effo fer at seta vindmyllur upp á vestursíðuni á Lambavík. Talan er um eina orkulund á 100 MW, ið er sami máttur sum samlaða streymframleiðslan er úr øllum orkukeldum í Føroyum í dag. Talan er sostatt um eina tvífaldan av streymframleiðsluni.
Effo kallar hetta ein varða í føroyskari orkusøgu.
- Hetta er eitt stórt fet fram ímóti málunum hjá bæði vinnulívi og landi um at minka Co2-útlátið. Sum orkuveitari vilja vit veita varandi orkuloysnir og skapa eina varandi framtíð. Vit eru errin av, at vit kunnu geva okkara íkast til grøna orkuskiftið.
Tað sigur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo.
Hann leggur aftrat, at verkætlanin samstundis ger Føroyar meiri sjálvbjargnar á orkuøkinum.
Orkan frá Eysturlundini verður brúkt til at framleiða streym, vetni, súrevni og hita. Stórur eftirspurningur er frá vinnuni eftir varandi orkuloysnum, og við hesum kann vinnan skifta til varandi orku á bæði landi og sjógvi.
Effo veitir í dag tungolju til ídnaðin í Fuglafirði, eitt nú til Havsbrún, og vil hendan verkætlanin verða við til at minka munandi um tungoljunýtsluna.
- Vit ynskja eisini at kunna veita vinnuni grønt brennievni, og er hetta fyrsta stigið til at fara undir framleiðslu av hesum.
Effo hevur ætlanir um, at orkan frá hesi verkætlanini eitt nú skal brúkast til at framleiða súrevni til alivinnuna, vetni til flutning á landi og sjógvi, og avlopshitin frá hesi framleiðslu kann brúkast til nærhitanet ella ídnaðarvirki, sum hava tørv á hesi orku.
Verkætlanin verður ikki tengd at almenna el-netinum.
Eysturlund fer at framleiða orku svarandi til 10% av allari oljunýtsluni í Føroyum - á sjógvi og landi. Vindmyllurnar verða av slagnum Vestas V-117. Tær eru 92 metrar høgar, og veingjaspennið er 117 metrar.
- Byrjað verður uppá verkætlanina í ár, og hon væntast at verða í rakstri um árslok 2026, sigur Effo í tíðindaskrivi í dag.
Les meira her: www.effo.fo/eysturlund
##med2##