Effo-venjari sagt seg úr starvi

Er næsti venjarin eftir Jógvan Martin Olsen, ið sjálvur gevur skarvin yvir.

Tvøroyrar Bóltfelag skal hava ein nýggjan venjara. Tað er greitt eftir, at Robert F. Roelofsen hevur sagt seg úr starvi. Tað vátta álítandi keldur fyri Miðlahúsinum.


Uppsøgnin hendir í kjalarvørrinum av, at TB liggur á triðaftasta plássi í bestu mansdeildini. Eftir einans at hava fingið tvey stig síðstu fimm dystirnar er felagið einans 1 stig yvir niðurflytingarstrikuna.


Keldur hjá Miðlahúsinum vilja tó vera við, at avgerðin hjá venjaranum ikki hevur nakað samband við vánaliga gongdina, og at einki trýst var frá felagnum mótvegis nú fyrrverandi venjaranum. Tað er venjarin sjálvur, ið hevur tikið avgerðina at fara úr starvinum. 


Robert F. Roelofsen tók við sum venjari hjá TB 3. oktober 2015, men úrslitini síðani hava ikki verið nakað serligt at reypa av hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti.


Robert F. Roelofsen er næsti venjarin í ár, ið hevur sagt seg sjálvan úr starvi. Fyrr í ár gav Jógvan Martin Olsen eisini skarvin yvir, tá hann fór úr starvinum sum venjari hjá ÍF.