Serráðgevi hjá Mette Frederiksen sigur seg úr starvi

Serráðgevin hjá danska forsætisráðharranum leggur frá sær

 

 

Serráðgevin hjá danska forsætisráðharranum leggur frá sær. Serráðgevin, Sara Vad Sørensen, hevur sagt seg úr starvi í samband við, at barsilstíð hennara fær ein enda í novembur. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur fingið serliga ráðgeving frá Saru í heili átta ár.

 

– Sara er eitt av dugnaligastu fakfólkunum, ið eg havi starvast saman við. Hun hevur stóra fakliga vitan, og jaliga ávirkan hennara í valstríðnum kann ikki metast nóg høg. Fakligu amboðini, ið hon hevur givið okkum, hava verið ómetaliga serstøk. Av somu orsøk iðri eg meg eisini um, at hon ikki kemur aftur eftir barsilstíð sína.

 

Mette Frederiksen vísir tó á, at hon sær fram móti einum framhaldandi góðum samstarvi við Sofie Findling Andersen, ið kemur at røkja fyrrverandi sessin hjá Saru. Sofie Findling Andersen hevur verið fyrrverandi ráðgevi í vinnumálaráðnum.