Jonhild Andreasen Nielsen
Valevni Javnaðarfloksins
Hann lá og hevði ligið við óveðri, vindi og stormi, nú so at siga allan samlan seinnapartin av heystinum og út á hálvan veturin. Ættarskifti var í heilum; hann mól og mól, var eitt sindur vestligur í dag, so aftur lækkaður niður aftur við ódnarstormi í morgin. Ein lítil linni var onkutíð uppímillum, men tung og trong luft og brimgangur í vestursjónum, sum hoyrdist eins og ein kvald, ónd dunan úr jørðini og ljóðaði fram fyri alt og elti teg, hvar tú var, inni sum úti, heima við hús sum burtur í bø ella haga.
Soleiðis skrivar Martin Joensen í søguni Ein Bygdarmynd. Men hvat hevur hetta við fólkatingsval at gera?, spyr gløggi lesarin.
Jú, lýsingin er sum tikin úr gernadisdegnum hendan veturin, vit kenna okkum aftur, og tað er umráðandi í øllum viðurskiftum.
Hinvegin kann lýsingin eisini førast yvir á politikkin. Tey skiftandi rákini og tær skiftandi umboðanirnar á fólkatingi; so ymisksar sum veður og vindur; stundum brimgangur og dun og síðani ein linni.
At vit kenna okkum aftur, eisini í umboðanini á fólkatingi, er umráðandi, tí arbeiðið má vera rótfest í veruleikanum hjá okkum føroyingum. At ættir og rák skifta, eins og eyðkennini við teimum umboðum, ið umboða Føroyar á fólkatingi, tað er eisini eitt slag av náttúrulóg.
Men eftir ódn er brúk fyri einum linna.
Javnaðarflokkurin stendur fyri semjusøkjandi samstarvi, ikki konfrontatiónum. Ein flokkur, sum er til at tosa við og sum vil tosa við øll.
Ásannandi, at Føroyar ikki eru - og ikki hava verið - avbyrgdar, er neyðugt at trína á altjóða pallin og at fáa í lag samstarv og avtalur. Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri at fáa í lag altjóða samstarv og betri ES avtalu. Fullgyldan limaskap í Norðurlandaráðnum. Størri ábyrgd framhaldandi og víkað samstarv við onnur lond. Størri ábyrgd á altjóða pallinum. Javnaraflokkurin er best egnaður at røkja føroysk áhugamál. Javnaðarflokkurin; vit mynda framtíðina. Úti og heima.