Eftir fólkatingsvalið

Eftir fólkatingsval er siður at ynskja vinnarunum tillukku, og tað ynski eg eisini Onnu Falkenberg og Sjúrði Skaale.

Men í veruleikanum er øll orsøk til at biðja tey taka við okkara samkenslu.

 

Tað er ikki av teirra ávum, at tey eru komin í ta støðu, sum tey nú eru í. Tey eru finnurnar í einum talvi hvørs endamál er at knúlva okkum.

 

Einastu ferð danska ríkisráðið hevur viðgjørt um vit skuldu fáa umboð á danatingi var mikudagin 26. september 1849. Hetta kann lesast á síðu 668 í bók míni um fólkaatkvøðuna í Føroyum 14. september 1946.

 

Tað danastjórnin hevði stríð av í 1849 var, at hon hevði lovað íslendingum, at teir skuldu sleppa at velja ein tjóðfund sum skuldi avgera hvør støða Íslands skuldi vera til ta donsku grundlógina. Hetta festi rættiliga í hjá íslendsku tjóðskaparrørsluni. Tí samtykti stjórnin at tað skuldi umhugsast fyri ikki hjálpa loysingarrørsluni (for ej at at give de separatistiske bestræbelser på Island nogen støtte) at bera so í bandi, at Ísland fekk umboð á danatingi. So verður lagt afturat at um hetta var gjørt viðvíkjandi Íslandi, so mátti Føroyar eisini umhugsast (måtte Færøerne tillige tages i betragtning).

 

Ætlanin var tí hvørki at geva Íslandi ella Føroyum nøkur rættindi, men at leggja niður tað fólkarættarliga mark, sum var teirra og Danmarkar millum, soleiðis at Ísland og Føroyar komu inn um mark Danmarkar, har Ísland og Føroyar fingu nøkur fá umboð á tí felags tinginum. Tey vóru í veruleikanum gíslar, sum í samstarvi við stjórnina skuldu tryggja, at stjórnin fekk fríar ræsur í Íslandi og Føroyum.

 

Sum kunnugt eydnaðist ikki at fáa íslendska tjóðfundin at samtykkja at Ísland skuldi gerast ein partur av Danmarkar ríki, og tí sleit umboð stjórnarinnar tjóðfundin 9. august 1851 og rak valdu mennirnar úr fundarhølinum. 

 

Tað kom tí ongantíð nakað umboð úr Íslandi á danating.

 

Hetta skuldi so eftir samtykt stjórnarinnar frá 26. september 1849 havt ta avleiðing, at málið um umboðan Føroya á danatingi ikki kom í lag, tí stjórnin hevði samtykt at venda aftur til Føroyar eftir at viðurskifti Íslands vóru avgreidd. 

 

Hetta var jú í viðurkenning av, at bæði Ísland og Føroyar vóru uttanfyri mark Danmarkar.

 

Men hóast hetta skipaði stjórnin fyri vali í Føroyum av umboðum til danating áðrenn íslendski tjóðfundurin yvirhøvur kom saman í 1851. Endamálið við hesum umboðum var tað sama, sum stjórnin hevði sagt í 1849: tey skuldu arbeiða ímóti øllum sum bar brá av sjálvbjargni. So umráðandi var at fáa slík umboð vald í Føroyum, at stjórnin betalti teirra løn.

 

Í 1946 útskrivaði stjórnin fólkaatkvøðu í Føroyum um at loysa frá Danmark og tað varð samtykt. 

Tá løgtingið fór at fyrireika seg til at samráðast við stjórnina um at fylgja úrslitinum av fólkaatkvøðuni, gjørdi stjórnin tað sama sum 1851 í Íslandi og rak tingið til hús við hermegi. Nývalda løgtingið samtykti einmælt at Føroyar skuldi fyrireika seg betri til loysingina og fekk semju við stjórnina um at vit skuldu fáa okkara egna landskassa og at vit ongan skatt skuldu gjalda til Danmarkar. Men framvegis høvdu vit fólkatingsmenn sum danska stjórnin lønti og teir hava saman við stjórnini virkað ímóti okkara sjálvbjargni. Heldur stjórnin tað gongur ov væl, setir hon í verk eina kreppu og rekur landsmenn okkara av landinum, sum vit hava sæð bæði bláar og reyðar stjórnir gera.

 

Fremsta endamál stjórnarinnar er at forða okkara landskassa at virka.

 

Her er ein forðing at Danmark hevur givið atkvøðurætt til allar borgarar. Tí verður vanliga sagt at vit hava demokrati, eitt stýri har øll hava eins nógv vald. Men sum longu grikkin Aristoteles gjørdi vart við, broytist eitt demokrati til eitt aristokrati ella fámannaveldi tá vit fara at velja. Tá eru tað tey við pengum sum keypa sær hjálparar at fáa atkvøður. Avleiðingin er at skattalógirnar verða gjørdar av teimum ríku sum sleppa sær sjálvum undan skatti.

 

Hjá okkum sóu vit eitt dømi um eygleiðingina hjá Aristoteles nú 31. oktober 2022.

 

Vit høvdu val, og teir flokkar sum kundu nýta flest pengar til valstriðið vunnu. Pengarnir komu ikki frá okkara egnu landsmonnum, sum uttan nakað hóvasták kunnu fíggja okkara egna landskassa, men frá donsku stjórnini, sum ikki hevur rætt til at leggja upp í okkara viðurskifti, men áleggur meir enn eina milliard á sínar egnu borgarar at keypa sær atkvøður fyri í Føroyum.

 

Andstøðuna hevur stjórnin sorað við at lokka við at geva flokkunum pening fyri hvørja atkvøðu.

 

Ein glotti var tó at hóma.

 

Teir andstøðuflokkar, sum ongar danskar skattapengar fingu, kláraðu seg best. Hetta bendir á at vón er fyri stavn og at vit kunnu menna okkara landskassa um andstøðan tekur avleiðingarnar av, at tað forkemur okkum at duva upp á rán frá donsku skattgjaldarunum.

 

So kunnu vit koma at liva í einum tryggum demokratiskum samfelag.

 

 

 

Zakarias Wang