Ein persónur á motorsúkklu kløkti rossið, sum sendi Rebekku eftir høvdinum niður í asfaltið.
– Eg veit, at tað er freistandi at koyra skjótt, tá ið man hevur ein stóran veg framman fyri sær við ongari ferðslu, og man hevur eina motorsúkklu, ið óiva kraftar væl. Eg haldi eisini sjálv, at tað sær stuttligt út, men tað er eisini neyðugt at brúka vit og skil fyri at rokna út, nær tað er ráðiligt at koyra skjótt.
Soleiðis sigur Rebekka Dahl McBirnie, ið var fyri eini skakandi hending, tá hon var á rossabaki á Oyggjarvegnum annan páskadag. Ein persónur á motorsúkklu koyrdi so ófantaligt, at hann kløkkaði rossið, sum sendi Rebekku av sær eftir høvdinum niður í asfaltið.
– Tað er ikki ráðiligt at koyra skjótt, tá ið børn eru á vegnum, tá ið nógv fólk ella hundar eru at síggja, og heldur ikki tá ið ross eru at síggja.
– Ja, tú hevur loyvi at koyra 80km/t á Oyggjarvegnum, tá umstøðurnar eru til tað. Einasta eg hevði ynkst var, at tú hugsaði eitt sindur um, hvørjir vansar vóru við, at tú koyrdi framvið mær og seks øðrum fólkum á rossabaki í grúsinum framvið vegnum – við ferðini væl yvir 80km/t og alt ov tætt, sigur Rebekka Dahl McBirnie.
Hon vísir á, at vansarnir eru, at rossini kunnu gerast kløkk, og tá ið eitt djór, ið vigar yvir 300 kg fer í panikk, kann tað vera sera ringt at fáa tamarhaldið aftur.
– Rossið eg reið á hevur verið akkurát hendar túrin nógvar ferðir – altíð uttan trupulleikar, men júst sum menniskju, kann okkurt koma fyri, ið ger, at hann gerst kløkkur.
– Úrslitið av at tú koyrdi so ørt var, at eg fekk ein harðan stoyt beint niður í asfaltið við høvdinum fyrst. Lukkutíð tók hjálmurin harðasta stoytin. Eg var heppin hesaferð, tað kundi verið nógv verri, um t. d. rossið datt á meg, ella eg hekk føst í stigboylanum, sigur hon.
Rebekka sigur, at tá hon er á rossabaki, roynir hon altíð at halda seg burtur frá asfalti og almennum vegum, men onkuntíð er neyðugt at nýta vegirnar fyri at koma frá A til B. Tey flestu í bili, skutara, motorsúkklu ella lastbili o.a, brúka eisini vit og skil, tá ið tey koyra framvið rossum.
– Eg royni ikki at vera til ampa fyri tykkum, so góði tú og tit sum koyra so ørt, vinarliga nýtið vanligt vit og skil, og seinka ferðina á akfarinum, og haldið tykkum nakað burturfrá, tá ið tit síggja ross nærhendis, eru greiðu boðini frá Rebekku Dahl McBirnie.