info
Ongi úrslit

Eftir hálva øld: Skarv letur aftur

Skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn fer nú í søguna

Eyðun Klakstein
25. mars 2024 kl. 22:30

Í næstan hálva øld hevur Skarv verið skeinkistað hjá føroyingum í Keypmannahavn, men nú verður liðugt við tí.

Leygarkvøldið 18. mai hevur Skarv opið fyri seinastu ferð.

– Hetta hevur verið ein sera trupul avgerð at taka, men nú er hon tikin. Skarv steingir, sigur Siri Thorsteinsson, sum síðan 2015 hevur rikið staðið.

Pápi hennara, Dánjal Petur Thorsteinsson, lat Skarv upp í 1975. Siri byrjaði at arbeiða á Skarv í 1991, og í 2015 yvirtók hon raksturin eftir pápan, sum tó hevur fylgt væl við staðnum síðani – og eisini hevur tikið eina hond í av og á.

– Korona órógvaði Skarv illa, og síðani hava vit kempað fyri at koma fyri okkum aftur. Inflatiónin hevur havt við sær, at allar útreiðslur eru hækkaðar, leigan er sett nógv upp, men inntøkurnar hava ikki fylgt við. Vit hava veruliga stríðst fyri at fáa tað at bera til, men nú havi eg viðurkent, at tað gongur ikki, og tí letur Skarv aftur, sigur Siri Thorsteinsson. 

 

Tíðirnar broytast

Dánjal Petur Thorsteinsson úr Vági fekk hugskotið til Skarv í 1974. Hann yvirtók høli í Pilestræde stutt frá Strøgnum mitt í Keypmannahavn, og 20 februar í 1975 lat Skarv upp.

– Eg hevði siglt í nógv ár, men eg fekk ein keðiligan skaða í ryggin, og tí mátti eg gevast sum sjómaður. Eg hugsaði um, hvat eg skuldi fara at gera, og eg kom til, at eg vildi gera okkurt fyri føroyingar í Danmark, sigur Dánjal Petur Thorsteinsson.

##med2##

Øll árini síðan hevur Skarv havt opið við støðugum og skiftandi virksemi. Fleiri umbyggingar og dagføringar eru gjørdar, og kjarnin í virkseminum hevur altíð verið eitt hugnaligt savningarstað hjá føroyingum, sum hava búð ella vitjað í Keypmannahavn.

– Tað eru serliga føroyingar, sum koma á Skarv, og teir hava kanska broytt mátan, sum teir eru saman og hugna sær. Um vikuskiftini eru nógvar privatar veitslur, og nógv fólk koma ikki her á Skarv fyrr enn eftir klokkan 04 um náttina. Tá eru tey ikki tyst á sama hátt, sum tey eru fyrr um kvøldið, og tí brúka tey Skarv á ein annan hátt nú, enn tey gjørdu fyrr, sigur Siri Thorsteinsson.

– Eg havi verið treisk – kanska treiskari, enn eg skuldi – og eg havi stríðst við at fáa tað at bera til seinastu tvey árini. Eg havi sæð stórt virði í Skarv. Ikki bara sum eitt skeinkistað og ein forrætning, men sum ein part av tí føroyska samleikanum – serliga her í Danmark. Skarv hevur ikki bara verið eitt skeinkistað, tað hevur næstan verið eitt føroyskt mentanarstað í Keypmannahavn, sigur hon.

##med3##

Var einki at gera

Stóra fyritøkan Jeudan eigur bygningin, har Skarv hevur hildið til, og eitt donsk fyritøka, sum rekur onnur skeinkistøð í Keypmannahavn – eitt nú Ræven, sum er granni hjá Skarv – hevur yvirtikið leigumálið og fer at gera eitt nýtt skeinkistað í Pilestræde nummar 43. Tað fer ikki at hava nakað tilknýti til føroyingar ella føroyska mentan.

– Tað var sera hart at taka endaligu avgerðina og siga stopp, og tað kennist sorgblítt, ja, næstan syrgiligt, at Skarv nú letur aftur. Vit eru sjálvandi fegin um ta stóru undirtøkuna, sum Skarv hevur havt ígjøgnum árini, og staðið hevur verið við til at mynda familjuna í næstan eina hálva øld. Men alt fær ein enda – eisini Skarv, sigur Siri Thorsteinsson.

Leygardagin 18. mai hevur Skarv opið fyri seinastu ferð. Tá verður móttøka um kvøldið, og um náttina fara Jens Marni Hansen og aðrir føroyskir tónleikarar at spæla. Meira verður at frætta um hetta seinni.

##med4##

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

Í gjár kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. sepember kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. sepember kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

11. sepember kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skipið vitjaði í Havn – fáar vikur seinni vóru 40 menn deyðir

17 minuttir síðan
Fótbóltur

KÍ hevur størstu favorittstøðuna

1 tími síðan
Tíðindi

Stór mótmælir um alt Týskland

9 tímar síðan
Tíðindi

Vilja útflyta grønlendskt vatn við tangaskipi

9 tímar síðan
Hondbóltur

Joan Johannesen var aftur toppskjútti hjá KA/Þór

10 tímar síðan
Fótbóltur

Markus var tvífaldur málskjútti

10 tímar síðan
Hondbóltur

Elias vann á Vilhelm í týsku Bundesliguni

11 tímar síðan
Tíðindi

Polar Seafood keypir íslendingarnar út fyri 925 milliónir

11 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á Team Klaksvík í KÍ-høllini

12 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti við fýra málum

12 tímar síðan
Tíðindi

Norðan konsert í Ruth Smith savninum

12 tímar síðan
Fótbóltur

David var trífaldur málskjútti

13 tímar síðan