Eftir umstøðunum væl fyri

Kvinnurnar eru vanliga avkláraðar við fosturtøkuna.

Í vikuni almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingið eina kanning, í samstarvi við Lóður, av hugsanini hjá føroyingum um fosturtøku, umframt hvussu nógvar kvinnur fáa fosturtøku í Føroyum.

 

Tá kom fram, at fólk grundleggjandi eru fyri eini dagføring av verandi lóggávu frá 1956, tó at fá vóru fyri fríari fosturtøku.

 

Verandi lóggáva áleggur kvinnum ávísar treytir, ið tær skulu lúka, til tess at sleppa at fáa fosturtøku. Tað eru ávikavist ein til tvær vitjanir hjá kommunulæknanum, og síðani ein viðtala við serlæknan, sum staðfestir hvørt kvinnan lýkur treytirnar.

 

- Vit tosa við kvinnuna, og kanna eisini um fostrið liggur innan- ella uttanfyri lívmóðrina. Síðani vissa vita hana um, at borðið ikki fangar, men at hon til eina og hvørja tíð kann steðga tilgongdini fyri fosturtøkuna. Vil hon halda fram, tosa vit eisini um fyribyrging, soleiðis, at hon ikki kemur í eina líknandi støðu aftur, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkufrøði.

 

Hon vísir tó á, at kvinnurnar, eftir umstøðunum, eru væl fyri eftir fosturtøkuna.

 

- Tær eru ikki sálarliga í toppform, og ongin av kvinnunum er fegin um støðuna. Tó kenni eg einki til tað, ið felagsskapir sum ProVita føra fram um, at flest allar kvinnur fáa seinárin. Kvinnurnar eru allar rættiliga avkláraðar við støðuna – og tað er bæði galdandi her, umframt mínar royndir í Noregi, har tað er frí abort, sigur Katrin Kallsberg.

 

Til ber at lesa greinina í fullum líki, umframt stórt tema um fosturtøku, í Sosialinum hetta vikuskifti. Hann fæst í sølubúðum kring alt landi, ella talgildur her.