Í samband við at Elsa og Birgar Johannessen løgdu fram nýggja bók um Havnina og persónar, sum eru føddir í 1900, var samkoma í Tilhaldinum flaggdagin. Bókin bleiv væl móttikin, og borgarstjórin Heðin Mortensen takkaði vegna kommununa fyri valaverk og søguligt yvirlit um staðarnøvn, hendingar og persónar úr Havn.
Í hesum sambandi vóru børnini hjá teimum, sum vóru fødd í Havn í ár 1900, boðin við til hugnaløtu í Tilhaldinum. Nógv vóru møtt, og mynd bleiv tikin av teimum saman við Elsu, Birgari og borgarstjóranum.
Kelda: www.torshavn.fo