Henda eftirlønaravtala er framhald av tí samlagstrygging, sum Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag teknaði 19. juni 1997. Munurin er tann, at nýggja avtalan eisini inniheldur eina útgjalding við náddan eftirlønaraldur, ið er settur til 67 ár.
Eftirlønaravtalan tekur hædd fyri, at tann einstaki limurin fær møguleika, at byggja upp eina nøktandi persónliga eftirlønarskipan, eins og henda skipan, í ávísan mun, er við til at bøta um vansan við stuttu inngjaldingartíðini hjá teimum eldru limunum.
Eftirlønaravtalan byggir á tveir høvuðstættir, ið eru staðfestir í eini høvuðsavtalu
1: eftirlønargrunnur
2: samstarvsavtala
Samlaða inngjaldið uppá 3% verður inngoldið til eftirlønargrunnin, ið umsitur samlagstrygging og ískoytiseftirløn. Eftirlønargrunnurin er ein samhaldsføst skipan. So hvørt sum inngjaldið veksur, verður miðað móti, at hvør einstakur limur fær eina persónliga eftirlønarskipan, ið svarar til tað inngjaldið, sum liggur omanfyri 3%.
1: Eftirlønargrunnur:
Grunnurin fevnir um:
Samlagstrygging: (Útgjald við deyða)
Limir, millum 18-40 ár, kr. 200.000,-
Limir, millum 41-50 ár, kr. 150.000,-
Limir, millum 51-60 ár, kr. 100.000,-
Ískoytiseftirløn:
Við eftirlønaraldur 67 ár, verður útgoldin ein tryggingarupphædd í einum.
Av tí at tryggingargjaldið verður skattað í inngjaldingartíðini, eru tær tryggingarveitingar, ið fella til útgjaldingar skattafríar.
Eftirlønargrunnurin er skipaður undir Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, ið stjórnar grunninum. Nevndin í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag ásetur rætningslinjurnar fyri grunnin og støddina á veitingunum. Virksemið er útgreinað í einari reglugerð, og førdur verður ein sjálvstøðugur roknskapur fyri grunnin.
2. Samstarvsavtala:
Eftirlønargrunnurin er ikki skipaður sambært lóg um tryggingarvirksemi, men byggir á koncessión hjá Føroya Lívstrygging fyri samlagstryggingar.
Umsiting av grunninum er skipað sambært samstarvsavtalu millum Føroya Lívstrygging og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Ynskja limir nærri leiðbeining í samband við hesa skipan, eru teir vælkomnir at venda sær til Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.