Eftirlýsa vælferðarsamfelagnum

25 feløg hava nú sent eina eftirlýsing út eftir vælferðarsamfelagnum Føroyar. Feløgini mótmæla harðliga niðurlagingini, ið samfelagið er fyri

Mótmæli

Rógvi Nybo

[email protected]


25 feløg mótmæla nú raðfestingunum hjá útinnandi valdinum í landinum.

- Vælferðin hevur ikki fingið nøktandi raðfesting í góðum tíðum, og tá tíðirnar gerast verri, verður vælferðin munandi skerd. Hetta hevur verið serliga ringt seinasta árið, og einki bendir á, at lagt verður á annan bógv, siga feløgini í tíðindaskrivi.

- Tvørturímóti so er nærum hvørja viku, at lagt verður eftir tilboðum ella skipanum, ið fólk hava fyri neyðini. Tað seinasta álopið var á børn við serligum tørvi, og næst á skránni eru tey sálarsjúku. Áðrenn hetta hava pensjónistar, fólk, ið hava tørv á heilivági, børn og ung við serligum tørvi, staðið fyri skotum. At landinum vantar pening er ongin umbering fyri at leggjast á tey, sum mest hava brúk fyri, at vit hava nøkur tilboð, sum kann javnseta borgararnar her á landi, staðfesta feløgini, sum eisini telja stóru fakfeløgini Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum saman mynda Samtak.


Løgtingið má leggja á annan bógv

Tey 25 feløgini eftirlýsa einum sosial politikki, sum tekur atlit til tey, sum hava tørv á einum sosialum trygdarnetið. Í tíðindaskrivinum siga tey seg óttast gongdina og heita inniliga á politisku skipanina um at leggja á annan bógv.

- Tørvur er á raðfestingum, og at hesar eru samhaldsfastar. Hetta kann Føroya Løgting gera nakað við, nú fíggjarlógin 2010 er til viðgerðar, sláa feløgini fast.


Sorla verandi tilboð

Feløgini heita á landsins myndugleikar um at halda ásetingarnar í ST-sáttmálanum fyri fólk við breki, og at ásetingarnar í nýggja psykiatrilógini vera virdar.

- Tað er ikki haldbart at lóggeva við aðrari hondini og skerja við hinari. Samsvar má vera ímillum lóggávu og fíggjarliga raðfesting. Undirritaðu feløg eftirlýsa eini greiðari og miðvísari sosialpolitiskari ætlan, sum mennir Føroya land á vælferðarøkinum, og ikki einum politikki, sum sorlar tey tilboð sum eru.


Tey 25 feløgini, sum hava sent eftirlýsingina út eru,

Almanna- og heilsurøktarafelag Føroya

Barnabati

Bioanalytikarafelagið

Ergoterapeutfelagið

Epileptikarafelag Føroya

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Fiskimannafelag

Føroya Handverkarafelag

Føroya Pedagogfelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Arbeiðsmannafelag

Heilsuhjálparafelag Føroya

Javni

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Landsfelag Handverkaranna

Landsfelag Pensjónista

Ljósmøðrafelagið

Musikklærarafelagið

Magistarafelag Føroya

Nýrafelagið

S & K Felagið

Samtak

Sclerosufelagið