Eftirlýsing: Politiskur X-Faktor

Politikkur skal tala til hjarta, ikki bert viti. Nýggj gransking vísir, at okkara politisku meiningar í stóran mun eru grundaðar á kenslur. Samstundis telist sitandi BADH samgonga helst millum teirra, ið ikki rættuliga hava skilt kenslupartin.

Einaferð helt bretska X-Faktor sjónvarpsstjørnan Simon Cowell fyri, at tað kundi verið eitt hugskot at gjørt eina politiska X-Faktor kapping í bretskum sjónvarpi. Sendingin skuldi mannast við kendum politikarum, ið skuldu kappast um vælvildina hjá hyggjarunum. Hugtakið ”X-Faktor” sipar ein persónseginleika, ið ikki rættuliga kann setast orð á; áskoðaran tekur støðu til um luttakarar hava nevnda faktor X á egnum subjektivum grundarlagi. Populisma og óseriøsitetur hugsa flestu okkara nokk, men hugskotið er kanska ikki fjart frá politiska veruleikanum. Klassiska tulkingin av politikki er, at hann snýr seg um argumentir og skilvísi, og at veljarin fyriheldur seg til tey bestu argumentini og tekur støði í tí, sum er fyri hansara egna besta. Men kanningar vísa, at teir politikarar, ið hava skilt, at politikkur ikki bert skal tala til høvdið, men eisini hjartað hava størsta møguleikan at vinna undirtøku hjá veljaranum. Kensludimensiónin kemur ofta til sjóndar í setningum sum t.d. ”hann sigur mær lítið og einki” ella ”eg kenni ikki meg sjálvan aftur í hasum”.


Kendi professarin í lingivistikki, George Lakoff frá University of Berkley í USA, vísir í sínari gransking av politiskum retorikki á, at tað er eitt mistak at halda, at rationel politisk hugsan er atskild frá kensluliga partinum av heilanum; tvørturímóti er politikkur óloysiliga tengdur at tí parti av heilanum, har kenslulig innliving situr. Kenslurnar eru beinleiðis partur av skilvísinum og politisku argumentatiónini, tí neyðugt er at hava eina fatan av, hvørji grundleggjandi ynskir tú hevur, áðrenn nakað er at taka støðu til og kjakast um. Ynskir og dreymar eru tengd at innara kenslulívinum og ikki grundað á kaldar og kyniskar útrokningar. Rationella tilvitan menniskjans er bert broddurin av ísfjallinum, undir hesum býr eitt hav av ótilvitaðum kenslum, ið seta sín greiða dám á okkara hugsanarhátt og tilvitaðu støðutakan. Tí hevur veljarin ongan møguleika at leggja kenslurnar á hillina, skal hann gera tað, má hann fyrst sleppa sær av við sín egna heila.


Samskiftisavbjóðingin hjá BADH

Mikið rok hevur staðist um sitandi samgongu, líka síðani samgonguskjal varð undirskrivað í november 2011. Mótmælisgongur og lemjandi atfinningar frá nógvum samfelagsbólkum. Men samgongan tykist einki skilja, sum var hon blottað fyri innlivingarevnum. Umboð fyri samgonguna sita í sjónvarpsstovuni og kjakast við andstøðu, oftast við einum stórum smíli á andlitinum, ið sjálvandi fær øði í nógv fólk. Vantandi aftursvarini og líkasælan fáa kenslurnar upp at kóka. Politikkurin hjá sitandi samgongu er væl og virðiliga viðgjørdur, men handan mótstøðuna liggur ein grundleggjandi menniskjanlig uppgerð, ið ikki hevur fingið rúma almenna viðgerð. Hví munnu reaktiónirnar vera so sterkar? Mítt besta boð er, at framferðin hjá samgonguni elvir til eitt sonevnt ”mismatch”, eitt misljóð, í hugaheiminum hjá nógvum veljarum. Tað lekir millum teori og praksis. Millum fólk livir ein greið fatan av at politikkur, í hvussu er í ávísan mun, er til fyri teirra skuld, og at fólkaræðið merkir, at teirra sjónarmið vera hoyrd og umboða í førda politikkinum. Men samgongan hevur megna serstakliga illa at ført seg fram sum fólksins umboð og tænarar. Samstundis hevur andstøðan sæð sær eitt gylt høvið at útnytta støðuna. Andstøðan hevur saman við fakfeløgunum megnað at mála eina mynd av eini samgongu, ið forkelar tey ríku við skattalættum við at leggjast á teir veikastu samfelagsbólkarnar; eitt nú gomul og lesandi. Mong sita eftir við einari kenslu av eini samgongu, ið ikki er til fyri tað breiðu fjøldina, men nøkur útvald.


Støðan gjørdist ikki betri, tá eitt landstýrisfólk í eini sjónvarpssending skuldi verja ferðastuðulin hjá sær sjálvum við at samanbera landstýrisfólk við ”toppstjórar” í privata vinnulívinum. Súmbolikkurin var ikki til at misskilja: Samfelagið er sum einhvør nútímans fyritøka, har profitmaksimering, effektivisering og høgar stjóralønir seta dagsskránna. Misljóðið er fullkomið, tí samfelagið er ikki sum einhvør onnur fyritøka í hugaheiminum hjá teimum flestu. Samskiftið hjá samgonguni skurraraði frá byrjanini. Politikkurin skuldi vera eitt felagsprojekt, har fólk kendu sínar innastu sannføringar aftur. Ikki eitt elituprojekt. Torføra búskaparstøðan og nógvu lyftini um arbeiðsskapandi tiltøk og búskaparvøkstur undan valinum gjørdu eisini sítt til, at misljóðið gjørdist enn størri, tí úrslitið av valinum gjørdist ikki búskaparvøkstur hjá teimum sum høvdu minst, men tað øvugta. Eftir sita nógvir veljarar við einari kenslu av einari politiskari skipan, ið livir sítt egna lív, og sum er lítið viðkomandi fyri gerandisdagin. ABDH samgonguni tørvar tí ein nýggjan inkluderandi politikk, skal hon gera sær nakrar vónir um at fáa samband við veljaran. Eitt felagseyðkenni fyri allar leiðarar, ið hava stóra undirtøku millum fólk er eginleikin at hava fingurin á sosiala pulsinum, við einari greiðari fatan av teimum dreymum og ynskjum fólk hava. Væl eydnað politiskt samskifti, er samskifti, har veljarin kennir seg sjálvan og sínar djúpastu sannføringar aftur. Hetta er ultimativa treytin fyri, hvørt vit meta at ein politisk verkætlan er væl eydnað ella ikki.


Politiski heilin

Ímeðan høgravongurin í Føroyum ikki hevur megnað serliga væl at tala til kenslurnar hjá fólki, er støðan ein onnur í USA. Her hevur høgravongurin tikið ein stóran part av politiska samskiftinum til egnað inntøku, tí hon hevur megnað at tala til kenslurnar hjá nógvum veljarum. George Lakoff vísir á, at nógv hugtøk í almenna rúminum beinleiðis stuðla høgrasinnaðu dagsskránni. Eitt nú hugtakið 'skattalætti', sum vinstravongurin eisini brúkar uttan at hugsa stórvegis um signalvirði í orðinum. At knýta orðini ”skattur” og ”lætti” saman, rekir frammundir, at skatturin er ein byrða, ið onkunsvegna skal lættast um. Tað liggur í sjálvum orðinum. Við øðrum orðum er skatturin ikki longur grundarlagið undir einum felagságóða, ið kemur øllum til góða, men ein tung persónlig byrða. Við hesum vísir George Lakoff á, at tað er ein illusión at halda, at politiskt kjak á nakran hátt er neutralt ella uttan trupuleikar avspeglar veruleikan. Hugtøkini í samskiftinum vekja neyðturviliga ávísar kensluligar assosiatiónir í hugaheiminum hjá veljaranum. Boðskapur hansara er tí, at vinstravongurin, ið søguliga hevur gjørt nógv við at grundgeva rationelt við samfelagsgreiningum, hagtølum og øðrum, átti at lagt nógv størri dent at tala til djúpastu kenslurnar hjá fólki.


Stóra fyrimyndin hjá George Lakoff í hesum sambandi er amerikanski forsetin Barack Obama. Sambært honum megnaði Barack Obama at seta sína politisku dagsskrá í samband við nakað fólk intuitivt dáma og skilja við brakandi success. Kjarnuboðskapurin hjá honum var nevnliga, at fólkaræðiliga skipanin skal byggja á hugtakið ”empati”. Og hann hevur støðugt brúkt hugtakið í sínum samskifti við veljaran. Boðskapurin hevur verið, at samfelagið í dag hevur stóran tørv á fólki, ið megna at seta seg í støðuna hjá øðrum enn sær sjálvum. Politikkur skuldi grundast á grundleggjandi virðing fyri sínum medmenniskjum. Hetta skuldi avspeglast við, at politiska skipanin gjørdist ein viðspælari, ið skapti møguleikar fyri sínar borgarar. Við hesum hevur hann megnað at tala til eina felagskenslu, sum evolutiónssálarfrøðingar leingi hava víst á, er grundleggjandi menniskjanlig; nevnliga hugurin og viljin til at samstarva sínar artsfelagar. Henda kensla er aldargomul og grundleggjandi partur av sosiala medviti menniskjans. Sambært evolutiónsástøðini eru evnini til at liva í sosialum felagskapi og samstarva ein stórur partur av frágreiðingini uppá yvirliving menniskjans. Og ein stór frágreiðing uppá, at menniskja hevur relativt stóran heila í mun til onnur djórasløg.


Evolutiónssálarfrøðingar, ið fáast við at granska politikk, gera nógv burturúr at vísa á, at heili menniskjans mentist undir heilt øðrum umstøðum enn tær vit kenna í modernaða samfelagnum. Úti á fløtunum í Afrika mentist grundarlagið fyri politiska ”X faktorurinum”. Teir leiðarar, ið megnaðu at sýna serligt virði fyri bólkin ella serlig kynstur, fingu serstakan status, ella karisma. Men grundleggjandi var, at hesir gjørdu seg verdar til at leiða, og altíð kundu avsetast um teir ikki sýndust hava virðið fyri felagskapin. Úrskurðurin frá hesi gransking er við øðrum orðum, at tann politiska leiðsla, ið megnar at geva veljaranum eina sterka kenslu av, at hann er partur av einum felagsprojekti ið hevur persónligt virði fyri hann, eisini er leiðslan ið vinnur hjørtuni á veljaranum.