Eftirlýstu hernaðarmálið í uppritinum

Tvey av teimum trimum tilmælunum hjá uttanlandsnevndini í fullveldismálinum eftirlýsa hernaðarmálið í uppritinum

Málið, sum skapti so nógv kjak í fjørheyst, verður ikki upp á tunguna á teimum 29 A4 síðunum, sum uppritið er skrivað á, og tað undrast Jenis av Rana á.

Hann skilir ikki, hví hesi viðurskiftini ikki eru tikin við í uppritið, og hann heldur, at tað kanska skyldast innanhýsis ósemju í samgonguni.

? Miðflokkurin heitir á landsstýrið um at fáa greiði á hesum øki, og væntandi verða ítøkiligar ætlanir í tí sáttmálauppskoti, sum landsstýrið leggur fyri uttanlandsnevndina, áðrenn farið verður til samráðingar, sigur Jenis av Rana í sínum tilmæli til uppritið hjá landsstýrinum.

? Tær frágreiðingar, sum vit hava fingið í uttanlandsnevndini um, hví hetta týdningarmikla øki ikki er við í upprintinum, hava ikki verið nøktandi, sigur Jenis av Rana.


Rætti til endurgjald

Umboðini hjá samgonguflokkunum í uttanlandsnevndini mæla eisini landsstýrinum at taka hernaðarmálið við í samráðingarnar við danir.

Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu og Jákup Sverri Kass siga, at landsstýrið eigur at taka upp samráðingar við danir um føroyska rættin til endurgjald fyri at hava verið skotbjálvi undir kalda krígnum.

? Hetta endurgjald eigur at vera grundað á tað, ið seinni er komið fram um hesi viðurskifti, har Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland til at sloppið sær undan sær undan øðrum útreiðslum, sigur teir tríggir í sínum tilmæli.