Eftirlitið spælt fallit

Fiskiveiðieftirlitið fekk nøkur tung høgg oman yvir seg, tá Løgtingið í gjár viðgjørdi uppskotið um sáttmálaviðurskifti umborð á føroyskum fiskiførum.

Málið um garnaskipið Anitu gjørdist partur av orðaskiftinum, og tingfólk vóru á einum máli um, at málið er stak óheppið. Fleiri teirra vístu á ákærurnar í málinum, og tað var í hesum sambandi, at leikluturin hjá Fiskiveiðieftirlitinum bleiv drigin upp í orðaskiftið.

 

-Eftirlitið hevur spælt fallit í hesum førinum, segði sambandstingkvinnan Edva Jacobsen. Hon spurdi, hvar eftirlitið hevur verið, tá eitt skip kann royna við næstan 5.000 gørnum, sjálvt um tað bara hevur loyvi at hava 1.400 gørn.

 

-Eg undrist á, hvar eftirlitið er, og hetta er ørkymlandi, segði Edva Jacobsen, sum fekk fullan stuðul frá javnaðartingmanninum Henrik Old. 

 

-Er tað nakar, sum hevur spælt fallit í hesum máli, so er tað Fiskiveiðieftirlitið. Einki eftirlit í okkara parti av heiminum hevur spælt so fallit sum okkara í hesum føri, og hetta slapp at ganga í fleiri ár, segði Henrik Old.