Eftirmeting sum hjartað í frálæruni

Her fyri skipaði Føroya Handilsskúli fyri einum starvsfólkadegi á Hotel Føroyum. Ovast á breddanum stóð eftirmeting, og til at greiða nærri frá hesum, hevði Handilsskúlin bjóðað kenda professaranum Charles Juwah henda vegin



Tá Føroya Handilsskúli her fyri tók stig til at seta “eftirmeting” sum høvuðsevnið til starvsfólkadag teirra, var tað ikki tí, at tey meta at eftirmetingin á skúlanum í dag er ov vánalig. Tað er ikki teirra fatan, men tey tó sannførd um, at eftirmetingin altíð, sum alt annað, kann bøtast og gerast betri. Tað staðfesti stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall fyri Sosialinum á eftirmetingardegi skúlans.
– Tað er ikki tí, at vit halda, at vit gera eitt vánaligt eftirmetingararbeiði, men vit ynskja at gera eftirmetingina á skúlanum upp aftur betri, staðfesti stjórin á Føroya Handilsskúla.
Hann segði, at fert tú í ein rættarsal og sær grundgevingarnar fyri teimum dómum, sum verða feldir har, so er í rúgvu vís at pappírum, sum siga akkurát hvat og hvussu tingini hanga saman. Tað er tó ikki heilt í hesum banum, at tey á Føroya Handilsskúla hugsa í mun til eftirmeting, men tey vilja gjarna hava, at næmingarnir fáa grundgevingar, góðar grundgevingar, fyri tað, teir verða dømdir í.
Eisini er tað skúlans ynski, at fáa gera eftirmetingar til ein meiri natúrligan part av lærutíðini, og í hesum sambandi var tað, at Føroya Handilsskúli hevði bjóðað Charles Juwah henda vegin, og Sosialurin hitti skotska professaran til eitt prát um tankar hansara um eftirmetingar.
 
Virðisleys undirvísing
– Eg haldi, at undirvísing og læra uttan eftirmetingar er virðisleyst, tí eftirmetingar geva næminginum møguleikan at vita tað, hann veit, tað hann ikki veit og tað sum hann hevur fyri neyðini at menna, heldur skotski professarin.
Charles Juwah er sannførdur um, at eftirmeting eigur at vera ein natúrligur partur av undirvísingini og frálæruni á skúlum. Hann staðfestir tó samstundis, at hetta als ikki er støðan allastaðni, men tað hevur hann í hyggju at broyta.
– Eftirmetingar vísa seg ofta at vera ein trupulleiki hjá næmingum í dag. Næmingurin ræðist eftirmeting, men hetta ynskja vit at broyta. Okkara fatan er, at eftirmeting átti at eggjað næminginum og givið honum avbjóðingar, og gjørt hann føran fyri at menna týdningarmiklar eginleikar og førleikar, staðfestir Charles Juwah, sum í hesum samanhanginum eisini trívir í enska hugtakið “lifelong learners”.
– Í dag er lítil dugur í, um tú bara lærir meðan tú lesir. Vit mugu duga at læra alt lívi. Tað er ein virðismikil eginleiki í dag, sigur Charles Juwah.
 
Eftirmeting valdast
Eftirmeting er týdningarmikið, men tað er minst líka týdningarmikið er, at eftirmeta rætt.
– Tað er sera ymiskt frá mentan til mentan, hvussu tey praktisera eftirmetingar. Onkrastaðni síggja vit, at eftirmetingar er tann parturin av frálæruni sum fyllir mest, men tað er heldur ikki rætt, slær skotski professarin fast.
– Eftirmeting má ikki verða tann parturin, sum fyllir mest, tí so køvir hann meiri enn nakað annað. Eftirmeting skal hjartað í undirvísingini, men ikki tann dominerandi parturin, vísir Charles Juwah á.
Tí, sigur Charles Juwah eisini, hvussu týdningarmikið og gevandi tað er, at greiða øðrum frá royndum teirra við eftirmetingum, og at hoyra onnur greiða frá sínum royndum.
– At skifta um royndir við eftirmetingar-arbeiðshættum er týdningarmikið, sigur Charles Juwah, tí soleiðis kunnu vit læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.
 
Skjóta okkum sjálvi
Skotski professarin vísir eisini á, at tað ikki bara eru næmingar, sum hava trupulleikar við eftirmetingum ella ræðast tær.
– Í dag eru tað langt frá allir lærarar, ið kenna seg tryggar við tankan um eftirmetingar. Men um vit lærarar látast sum um, at vit ikki síggja týdningin av hesum, so er tað tað sama sum, at skjóta okkum sjálvar í fótin, staðfestir Charles Juwah at enda, og sipar til, at tá er tað ikki bara næmingurin, sum missir okkurt, men eisini lærararin, og ongin fær nakrantíð at vita, um hvat kann bøtast og hvat er gott.