Eftirskúlin í Skálavík hevur sett skúlaleiðara

Erika Niclasen verður fyrsti leiðari á nýggja eftirskúlanum

Erika Niclasen úr Klaksvík er sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum Brúnni. Hesum boðar nýggi eftirskúlin frá í kvøld.

Erika Niclasen er professiónsbachelor sum sosialráðgevi og hevur nógvar royndir við ungdómsarbeiði bæði í Føroyum og í Danmark. Í starvi sínum hjá Apostolsk Kirke við starvsstaði á Fredriksberg hevur hon verið knýtt at tveimum eftirskúlum hjá netverkinum.

Á heimasíðuni hjá Brúnni verður hon spurd, hvat fekk hana at siga ja til starvið.

– Fyrst og fremst visjónin, sum er at geva komandi ættarliðum eitt kristið, holistiskt lívsgrundarlag. Harnæst brenni eg fyri, at ung mennast og útviklast í góðum kørmum. Og so haldi eg, at hetta er ein av teimum kulastu verkætlanum, Føroyar leingi hava sæð, sigur Erika Niclasen.

Frá tíðini hjá sær í Danmark hevur hon fleiri royndir, sum hon kann brúka í starvi sínum sum skúlaleiðari. 

– Eg havi arbeitt við ungum í nógv ár, og eg haldi, at eg taki hendan setningin við mær, sum ein, eg kenni, ofta sigur: “Øll ung vilja eydnast!”. Eg havi samskipað tiltøk, rættað móti ungum, og havi leitt eitt vaksandi skeið fyri ungar leiðarar í Danmark. Eisini havi eg starvast sum verkætlanarleiðari, har eg eri von at seta gongd í virksemi og fylgja tí upp. Hesar royndir taki eg við mær inn í tað nýggja starvið, sigur hon.

Erika Niclasen gleðir seg til nýggja starvið.

– Eg gleði meg til - saman við einum dugnaligum toymi - at síggja hesa verkætlan eydnast og vera til signing fyri ung, foreldur og tað føroyska samfelagið; at síggja menningina hjá Brúnni og virka fyri framgongd. Eisini gleði eg meg mega nógv at møta næmingunum og teirra foreldrum.

Hon heitir á øll tey, ið umhugsa at melda seg til, at gera tað.

– 10. flokkur á eftirskúla gevur #meining. KOM VIÐ! Eitt ógloymandi ár fylt við felagskapi, menning og saman við góðum flokksfeløgum, tað gevur #meining! Tú fert at læra nógv um teg sjálvan og onnur, og samstundis taka vit útgangsstøði í tínum fakligu evnum, og vit gleða okkum at møta tær, sigur hon.

Erika Niclasen kemur at leiða skúlan saman við stýrisforkvinnuni - Hjørdis H. Petersen - sum kemur at vera á skúlanum ein dag um vikuna. Afturat teimum kemur so læraratoymið og stórasystkin.

Skúlaárið á Brúnni byrjar 15. aug og byrjað verður við 10. flokki.

Umsóknarfreistin til skúlaárið 2020/2021 á Brúnni er 1. mai 2020. Á heimasíðuni brugvin.fo ber til at kunna sær nærri.