Tað er í hesum sambandi, at Knud Rou Jensen frá Horsens Polyteknic kemur til Føroya í komandi viku. Týsdagin 28. okt. 97 kl. 17 verður fundur í hølum Starvsmannafelagsins, J. H. Schrøtersgøta 9 fyri øllum teknikarum í Føroya Teknikarafelag og Starvsmannafelagnum um eftirútbúgvingar ? alment hvat finst, hvussu og hvar tað ber til at luttaka.
FT var eitt virkið fakfelag til 1994, men í 1995 tók aðalfundurin avgerð um at leggja saman við Starvsmannafelagið, sum nú tekur sær av øllum fakfelagsmálum, meðan FT sum áhugafelag tekur sær av tí meira fakliga partinum, m.a. við at bjóða limunum ymisk eftirútbúgvingarskeið.
Úr lóg felagsins:
§ 2, stk. 1. Endamál felagsins er: At virka fyri fakligu og útbúgvingarligu áhugamálum limanna. At virka fyri menning av føroyskum teknikarum.
§ 3, stk. 1. Allir teknikarar við prógvum, upplæring ella tey, sum arbeiða sum teknikarar, kunnu gerast limir
Nýggir limir kunnu melda seg inn í felagið við at venda sær til skrivstovuna hjá starvsmannfelagnum ella til ein av nevndarlimunum. Súsanna Joensen, formaður, Kajfinn Hammer, skrivari, Connie Á. Jakobsen, kassameistari.