EG ANGRI

   

 

Áheitan á løgting og landsstýri um at verja lív og gera reglur, ið fylgja 5. boði um ikki at sláa í hel.

Síðan 1995 hevur hin sonevnda iðranartablettin verið nýtt í Føroyum. Iðranartablettin verður tikin eftir samlegu, har eingin fyribyrging hevur verið ella ivi er um fyribyrgingina, og eitt møguligt barn er óynskt.

Fosturtýning krevur vanliga loyvi frá tveimum uttanveltaðum læknum sambært galdandi lóg, men nýtslan av iðranartablettini er ikki undirløgd hesi skerjing.

Iðranartablettin privatiserar uppaftur meira spurningin um lív og deyða.

Endamálið við iðranartablettini er at drepa eitt møguligt barn, og tá ið iðranartablettin er tikin, hjálpir tað ikki at angra. Tað barn, sum kanska hevur mist lívið, er deytt.

Vilja vit verja mannavirðið og fylgja fimta boði: »Tú mást ikki sláa í hel«, er bara eitt at gera, og er tað at lata vera við at taka dreparatablettina.

Tað merkir, at læknin má siga nei til at ordinera iðranartablettina, annars verður hann samsekur í drápi.

Tað merkir, at meðarbeiðarin á apotekinum má sýta fyri at selja ella flýggja út iðranartablettina., annars verður hann/hon samsekur í drápi.

Fyri bæði læknan og starvsfólkið á apotekinum vildi tað svara til, at tey flýggjaðu tí ein løddan pistól, sum vildi drepa ein annan.

Snyrilin(spiralin) hevur sama endamál sum iðranartablettin.

Luther skrivar í gjøgnumgongd síni av fimta boð í stóru katekismus: »Um tú sært ein ósekan verða dømdan til deyða ella koma í líknandi neyð, og tú ikki bjargar honum, so satt sum tað stendur í tínum valdi, tá hevur tú dripið hann. Tað hálpir tær ikki, um tú umber teg við, at tú ikki við ráð ella dáð vart við til at drepa hann, tí at tú hevur latið vera við at vísa honum kærleika og ikki givið honum ta hjálp, sum kundi hava bjargað lívi hansara.«

Fyrst og fremst er tað skylda myndugleikans (løgtingsins) at lóggeva samsvarandi fimta boði (Rómv. 13. kap.), men um myndugleikin setir seg upp ímóti Guði, má læknin sýta fyri at ordinera, starvsfólkið á apotekinum at selja ella flýggja út (eins og tey, ið starvast á sjúkrahúsi, mugu sýta fyri at vera við til fosturdráp á sjúkrahúsinum), hin einstaka kvinnan ikki lata seg freista til at brúka iðranartablettina (eins og snyril) og menninir mugu taka ábyrgd av gerðum sínum, fyri kvinnuna og tað barn, sum kanska er á veg.

Við hesum vilja vit í Føroya Pro Vita heita á løgtingið um at lóggeva samsvarandi fimta boði og seta bann fyri nýtslu av iðranartablettini og fáa aðra lóggávu at samsvara við fimta boð.

Nevndin fyri Pro Vita

Ólavur M. Christiansen, Klaksvík, Doris Heinesen, Klaksvík, Karen Abrahamsen, Strendur, Sofus Gregersen, Fuglafjørður, Peter O. K. Olofson, Klaksvík, Elspa Sørensen, Norðragøta, Eirikur Skála, Tórshavn.