- Eg droymi um at spæla í Føroyum

- Eg elski føroysku náttúruna og føroysku mentanina. Eg føli, at eg havi alt hetta í hjartanum, í blóðinum og í mínum sinni, sigur Rebekka Søndergaard Mortensen, sum við "We At Sea" er aktuell við nýggjari tónleikaútgávu

"We at Sea" er ein tónleikalig verkætlan hjá 31 ára gomlu Rebekku Søndergaard Mortensen. Hon hevur seinastu árini framført sín tónleik við nógvum ymiskum tónleikarum, og hetta hevur Rebekka fagnað í nýggjastu útgávuni hjá We At Sea, har hon hevur fingið tónleikararnar at spæla tey ymsu løgini inn við sær.

- Tað riggar best soleiðis, tí so ljóðar tað soleiðis, sum eg vil hava tað at ljóða, sigur Rebekka Søndergaard Mortensen. 

Nýggjasta útgávan eitur “Disappear”, og hon er komin út á bæði vinyl-plátu og fløgu.

Skrivar løg um persónlig sambond

Løgini á hesari útgávuni snúgva seg um relatiónir og fólk, sum hava nógv at týða fyri Rebekku.

- Lagið “Waiting” snýr seg til dømis um ein, eg kenni, sum hevur kempað við angist, og sum eg helt, at eg var um at missa. Tann persónurin hevur tað gott í dag, men “Waiting” handlar her um, at eg altíð vil fylgja tí persóninum og altíð vil vera har - og við hvørt eisini bíða, greiðir Rebekka frá og fortelur víðari um, hvaðani íblásturin til hennara tónleik kemur.

- Eg fái íblástur frá øllum, ið er rundan um meg. Eitt nú frá teimum ymsu umhvørvunum, ið eg ferðist ímillum. Íblásturin kemur eisini frá familjuni, vinfólki og evnum, ið røra meg - til dømis flóttafólkakreppuni, sum lagið “I Can’t Remember” snýr seg um, sigur Rebekka Søndergaard Mortensen.

Hennara fyrimyndir eru millum annað norska Ane Brun og fleiri aðrar kvinnur, ið hava evnað góðan tónleik og skrivað vakrar sangtekstir, sum hon tekur til. 

Tónleikurin hevur altíð fylt nógv

Rebekka Søndergaard Mortensen hevur føroyskan pápa, men er uppvaksin í Danmark hjá mammu síni. Hon býr í dag á Amager í Keypmannahavn saman við sjeiki sínum. Hon hevur lisið tónleikafrøði og er næstan liðug við kandidatútbúgvingina; nú manglar hon bara at skriva spesialið, sum fer at snúgva seg um kvinnuligar musikarar í tónleikavinnuni.

Tónleikurin hevur altíð verið ein týðandi partur av lívinum hjá Rebekku Søndergaard Mortensen. Hon hevur sungið frá barnsbeini av og byrjaði í gentukóri í danska sangskúlanum, Sankt Annæ, tá hon gekk í 3. flokki.

Aftaná fólkaskúlan fór hon á tónleikaeftirskúla, har hon lærdi seg at spæla guitar. Eftir hetta gekk tað skjótt, og hon byrjaði at spæla alsamt meira fyri fólki.

##med2##

Skrivaði sítt fyrsta lag í Føroyum

Hon helt sangin og guitarspælið við líka, meðan hon gekk á miðnámsskúla í Danmark. Tá hon so fekk studentsprógv í 2007, flutti hon til Føroya til pápa sín og familjuna í Hvalba, og har skrivaði hon sítt fyrsta lag.

- Eg spældi og sang hvønn dag og menti meg sera nógv tá. Aftaná lærdi eg at spæla klaver, og nú brúki eg mest klaverið, tá eg komponeri, fortelur Rebekka Søndergaard Mortensen.

Meðan hon búði í Hvalba, var hon virkin í kvinnuliga felagskapinum Valkyrjurnum, sum er ein felagsskapur í Suðuroynni, ið hevur til endamáls at stuðla kvinnum at koma fram á økjum, ið hava teirra áhuga.

- Eg sang og spældi av og á til okkurt tiltak, sum Valkyrjurnar skipaðu fyri. Men fyrstu ferð eg veruliga var á palli, var tá ungdómshúsið "Pakkhús 5" lat upp, og nógv foreldur og børn komu at lurta.

- Eg havi Føroyar í hjartanum og sinninum

Rebekka Søndergaard Mortensen vitjaði í Føroyum nógvar ferðir sum barn og kennir tískil Føroyar sera væl.

- Eg helt míni fyrstu jól í Føroyum hjá abbanum og ommuni, og síðan tá havi eg nokk verið í Føroyum umleið 75 ferðir. Eg føli meg ordiliga heima í Føroyum, bæði tí eg tosi føroyskt, men eisini tí eg havi nógva familju í Havn og í Hvalba, sigur Rebekka.

- Eg elski føroysku náttúrina og føroysku mentanina. Eg føli, at eg havi alt hetta í hjartanum, í blóðinum og í mínum sinni. Eg eri so takksom fyri at hava eitt samband við Føroyar. Tað hevur lært meg so nógv, og sjálvandi brúki eg tað í minum tónleiki og lívi sum listakvinna, sigur hon.

Fær íblástur úr Føroyum

At Rebekka Søndergaard Mortensen fær nógvan íblástur úr tí føroyska kemur millum annað til sjóndar í debut-lagi hennara, sum eitur "We At Sea". 

- Tað snýr seg um sjómenn, sum arbeiða langt úti á Atlantarhavinum burtur frá familju, konu og børnum, og summar tíðar endar teirra lív eisini á havinum. Tað er sera áhugavert at hoyra og uppliva ein so harðan veruleika, men eisini sera inspirerandi fyri meg, so tað evnið brúki eg nógv, greiðir hon frá.

Droymir um at spæla konsert í Føroyum

Hóast We At Sea verkætlanin hevur verið aktiv í eina tíð, so hevur hon ongantíð spælt eina We At Sea-konsert í Føroyum enn.

- Eg havi enn ikki spælt mín egna tónleik í Føroyum, so tað droymi eg um. Tað hevði verið super feitt! sigur Rebekka Søndergaard Mortensen.

Annars arbeiðir Rebekka í løtuni við at fyrireika sína fyrstu konsertferð í Danmark, og hon er í gongd við fleiri nýggj løg, sum sambært henni kanska verða til eina heila plátu í næstum.