Tað er ein fyrimunur at limir í løgtinginum royndir frá kommunalpolitikki. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum.
Kári P. Højgaard hevur spurt hana, hvat hon heldur um, at summir borgarstjórar eisini sleppa at vera løgtingslimir, men aðrir ikki sleppa.
Sirið Stenberg sigur, at ein løgtingslimur, sum hevur verið kommunupolitikari, hevur betri innlit í samfelagsviðurskifti og í politiskt arbeiði.
- Hinvegin er borgarstjórastarvið krevjandi, og fleiri stór øki eru løgd til kommunur at umsita seinastu árini, staðfestur landsstýriskvinnan.
Sjálv hevur hon tískil sera trupult við at ímynda sær, hvussu tað ber til hjá einum fólki at røkja borgarstjórastarvið, samstundis sum løgtingsarbeiðið eisini skal røkjast.
- Løgtingsarbeiðið krevur eisini nógva orku og er eftir mínum royndum at rokna sum fulltíðarstarv, heldur Sirið Stenberg.
Hon heldur eisini, at tað kann hugsast at verða ein fólkaræðisligur trupulleiki, tá ið somu fólk umboða ymisk størv og ymiskar skipanir.
- Tá verður fólkaræðisliga umboðanin savnað á færri fólkum, umframt at tað kann vera trupult at skyna á, hvør og hvønn fólk umboða og úttala seg fyri.
Sirið Stenberg sigur, at er vilji í løgtinginum fyri at broyta reglurnar, er einki í vegin fyri tí.
Men tað kann bara verða frá næsta vali, tí broytingar eiga ikki at ávirka fortreytirnar, sum tey, ið nú eru borgarstjórar og løgtingslimir, eru vald eftir.
Sirið Stenberg sigur, at hon er sinnað at viðgera málið, og fyrsta stigið verður at taka málið upp við formenninar í øllum flokkunum.