Eg dugi ikki at sita stillur

- Eg haldi ikki, at DAMP-børn vóru uppfunnin, tá eg var ungur, men eg havi nokk verið eitt ordans DAMP-barn og eri tað enn, sigur listamaðurin Amariel Norðoy, sum leygardagin verður 65 ár

Nú verður hann 65. Men tað hvørki sæst ella hoyrist á honum. Amariel Norðoy er fullur í lívi, látri og litum. Fyrikomandi, festligur og fittligur. Hann smílist støðugt, sigur søgur og spyr. Og skuldi tú kett teg í selskapinum við listamannin úr Klaksvík, ja, so hevur tú helst sjálvur skyldina av tí.

- Tað kennist gott at blíva 65 ár, og eg kenni meg framvegis ungan – sum eg altíð havi følt meg. Men eg má viðurkenna, at alt er ikki tað sama. Knøini eru ikki tað, sum tey einaferð vóru, men eg havi staðið á beinunum allan dagin í nógv ár, tí eg dugi ikki at seta meg niður, sigur Amariel Norðoy.

- Sonur mín, Meifinn, gjørdi mær ein stól, og so bað hann meg seta meg niður at hvíla meg. Men hvørjaferð eg seti meg niður, so skumpi eg stólin til síðis aftur og standi í 12 tímar og máli.

- Eg dugi ikki at sita stillur. Eg haldi ikki, at DAMP-børn vóru uppfunnin, tá eg var ungur, men eg havi nokk verið eitt ordans DAMP-barn og eri tað enn.


Góður uppvøsktur

Amariel er ættaður úr Klaksvík. Hann vaks upp á Stongunum, og foreldrini vóru Nanna, fødd Olsen og ættað úr Kollafirði, og Johan David Matras. Í 1928 fekk pápin sær Norðoy sum eftirnavn. Tey fingu tíggju børn, og Amariel er nummar fimm í røðini.

- Eg hevði ein góðan og tryggan uppvøkstur. Pápi mín og teir høvdu bát, og mamma var eitt sovorðið praktfult mennikskja og var allatíðina til staðar. Uppvøksturin á Stongunum í Klaksvík var fantastiska góður, sigur Amariel.

Amariel lærdi til skipstimbrara á bedingini á Stongunum fyrst í 60’unum. Onkrir lærlingar royndu seg við blýanti og pensli. Hjá Amarieli festi áhugin rættuliga í, og hann luttók á framsýningum, sum á Norðoyastevnu plagdu at vera í gamla tekniska skúla.Í 1970 luttók Amariel fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini, og í 1976 var hann fyrstu ferð við á framsýning uttanlands. Tað var á føroyskari framsýning á Den frie í Keypmannahavn.


Leitar aftur til barnaár

Frá 1977 og til 1983 var Amariel næmingur á kunstakademinum í Keypmannahavn. Oljan var og hevur síðani verið tað, sum hann hevur fingist mest við. Hann hevur eisini roynt seg á øðrum økjum, og hann mundi vera fyrsti føroyingurin, sum fekst við steinprent.

Tíðin í Keypmannahavn og útbúgvingin á kongaliga akademinum og mongu ferðirnar, sum Amariel hevur gjørt eitt nú longri suðuri í Europa, hava sjálvandi verið íblástur. Men hóast allar ferðirnar og steðgirnar aðra staðni í heiminum, so hevur Amariel verið ógvuliga góður við motivini, sum hann so at siga hevði við sær sum førning, tá ið hann tók fyrstu fetini inn í listarheimin. Pápin átti deksbátin Norðan, sum hoyrdi til myndina á vánni í Klaksvík. Amariel vaks upp í útróðrarumhvørvinum á Stongunum, og Norðan, Vágin í Klaksvík og serliga Mikladalur og seinni Havnarvág síggjast framvegis ofta aftur, hóast litspælini og kompositiónirnar sjálvandi eru nógvar og nógv broyttar og mentar.

- Eg havi ferðast nógv runt í verðini og upplivað nógv, men tað ótrúliga er, at eg vendi altíð aftur til tað sama, tá ið eg máli. Eg máli nógv annað, men tað, sum eg upplivdi sum barn og ungur, kann eg ikki sleppa, sigur Amariel.

-Tað er nokk so undarligt við hesum, tí hetta hevur ongantíð verið so sterkt sum nú. Hetta kemur aftur og aftur – hetta stríðið, teir høvdu. Eg ætlaði ongantíð at fara hendan vegin við mínari list, men nú endaði tað við tí, og eg havi dyrkað tað sera nógv. Onkur heldur helst, eg eri einoygdur, men tað leggi eg einki í, eg geri tað, sum eg havi hug til.

- Eg máli hetta, tí tað hevur givið mær nakað at liva uppá. Stríðið at verða til, at kempa og at verða, sigur Amariel.

Hann er giftur Mariannu, sum eisini er ættað úr Klakvík, og sum hevur røtur á Syðradali og í Mikladali. Tey eiga tvey børn - Majfinn og Kristianna. Marianna og Amariel búgva í Lambagerði 1 í Havn, og Amariel hevur atelier í kjallaranum.


Trúgvin í gerandisdegnum

Teamið í málningunum hjá Amariel er ofta tað sama, men málningarnir hava ymiskar litir – summi ljósir, summir litfagrir og aðrir myrkir.

- Litirnir variera í málningunum. Eg havi verið upptikin av tí myrku síðuni og tí ljósu síðuni, og eg havi verið ein stórur baptistur alt mítt lív, eisini um eg ikki komi so nógv á møti longur. Tað er ein millummaður millum Gud og menniskjað, og tað er Jesus Kristus, og tað er hann, sum offraði seg fyri okkum. Tað er ein veldigt álit at hava, og mann kann leggja seg trygt til hvíldar – men hann brúkar langa tíð um at gera handan bústaðin til reiðar.

- Trúgvin gevur mær frið í gerandisdegnum, og uttan hana hevði eg ikki eksisterað. Tryggur í Jesu ørmum, og vissi hann ikki er, hvar skal eg so fara?

Hóast hann er blivin 65 ára gamal, so er Amariel fullur í orku. Hann er sprelllivandi sum listamaður og maður, og hann ætlar sær at halda fram við at mála.

- Tá tú hevur nógv fólk runt um teg, sum eru góð við teg, so er tað deiligt at fara víðari í lívinum. Og tey, sum ikki eru góð við meg, eri eg góður við alíkavæl.

- Mítt lív er blivið soleiðis, at eg máli altíð. Eg liggi í songini og máli. Um eg ikki máli við hondunum, so máli eg í høvdinum. Eg fari tíðliga upp, kanska klokkan fýra um morgunin, og so fari eg í holt við okkurt, sum liggur í høvdinum.

Soleiðis hevur tað ivaleyst verið í dag – og kanska eisini í morgin, sjálvt um Amariel tá fer at halda sín 65 ára føðingardag og letur upp framsýning í Galarie Focus.