Hansa Hansen
42 ár
Lesur politik og umsiting á Fróðskaparsetri Føroya
Samskipari á eldrablaðnum Fyndin
Hvat merkir kvinnudagurin fyri teg?
Eg njóti hvønn dag at vera kvinna. Tað er ein framíhjárættur, sum vil nakað, at vera kvinna í Føroym í 2020. Á kvinnudegnum eri eg serliga tilvitað og takksom fyri tað frælsi og teir møguleikar, eg havi.
Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Eg haldi ikki, at tað eru nakað ávíst, sum eyðkennir ta føroysku kvinnuna. Tað, sum eyðkennir kvinnurnar, eg kenni, er, at tær eru sjálvbjargnar, miðvísar, viljasterkar og arbeiðssamar. Harafturat eru kvinnur eisini ymiskar. Eg kenni nógvar kvinnur, sum eru fyrimyndarligar á hvør sín hátt. Eg ernist hvørja ferð eg síggi eina kvinnu vera trúgva ímóti sær sjálvari, standa við sítt og krevja sítt pláss í samfelagnum – hvat tað enn er. Eg elski at eygleiða sterkar kvinnur, tær geva mær íblástur og orku.
Er altjóða kvinnudagur viðkomandi í Føroyum, nú vit skriva 2020?
Tað er lætt at skilja, hví tað stundum verður sagt, at kvinnudagurin er óviðkomandi fyri okkum í vesturheiminum í dag. Í Føroyum hevur ein kvinna so at siga teir somu møguleikarnar sum ein maður, og møguleikarnir eru nógvir. Men hóast vit eru fræls og rík, so eru tað enn kvinnur kring allan heim, sum hvørki eru frælsar ella ríkar. Tað eru kvinnur kring heimin, sum í hesu løtu ikki vita, hvussu tær skulu breyðføða børn síni. Tað eru gentur, sum í hesu løtu verða umskornar. Tað eru gentur, sum í hesu løtu verða giftar burtur til gamlar menn, sum tær ikki sjálvar hava valt.
Í Føroyum njóta vit í dag gott av rættindum, sum onnur hava kempað fyri. Tað merkir ikki, at vit skulu gloyma tær kvinnur, sum ikki hava fingið somu rættindi enn. So jú, sjálvandi er kvinnudagurin viðkomandi í Føroyum.
Les eisini Kvinnur eru superhetjur