- Eg elski jólini

- Jólini hava nógv at týða fyri meg, sigur Una Hansen

 

Hvar verða jólini hildin í ár?  

- Jólini verða altíð hildin í Nólsoy, eisini í ár. Jólaaftan halda vit saman við familjuni hjá elstu dóttur okkara og versoninum.

Tað sigur Una Hansen.

Hvat verður á borðinum jólaaftan?

- Vit eta gás og dunnu jólaaftan.

Hevur tú eitt jólaynski?

- Eg havi sum so einki jólaynski.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava nógv at týða fyri meg. Eg elski jólini – fyrst, at Jesus føddist, síðan barnaminnir, góður matur, jólagávur og hugni saman við allari familjuni, sigur Una Hansen.