Høgni Mohr, flogvøllurin
- Eg fari at fáa mær vinir í Runavík og spæla við teir!
Hesi vóru fyrstu orðini hjá einum eysturslavonskum smádreingi, sum kom til Føroya í gjár. Saman við næstringum sínum hevur hann livað sum ólógligur flótti í Danmørk í tvey ár. Men nú er hann sloppin at búgva í Føroyum.
Flogfarið við teimum báðum eysturslavonsku familjunum setti seg í Vágum klokkan 10.55 fyrrapartin í gjár.
Jasmin var glaður, tá ið hann setti fótin á føroyska jørð. Men kortini jarðbundin, tá ið hugsað verður um, at hann bert er tíggju ára gamal. Hann kendi orðið »óvissa«, tá ið vit spurdu hann. Men nú kendi hann seg ikki longur so ótryggan.
- Eg eri bara glaður, segði hann
Tá ið vit kunnaðu unga dreingin um Runavík, har familjurnar fara at búgva fyri fyrst, spílaði hann oyruni út.
- Eg eri spentur, gjørdi hann greitt á flótandi donskum.
Jákup Pauli við
Tær báðar eysturslavonsku familjurnar hava farnu tvey árini verið noyddar at krógva seg fyri donsku myndugleikunum, sum ikki vildu hava tær í Danmørk. Tískil komu føroyingar upp í leikin, og við Jákupi Paula Olsen á odda eydnaðist við tógvið stríð at fáa teimum uppihaldsloyvi í Føroyum.
Jákup Pauli Olsen var við í ferðalagnum í gjár. Tað var ein sperdur maður við kóboybksunum hangandi nakað væl niður á endan, sum kortini glaður kundi staðfesta, at tað loysir seg at stríðast fyri tí, ein heldur vera rætt.
- Fyribils eru vit komin á mál, lat hann okkum skilja, meðan hann skundaði sær út í túnið við komuhøllina at tosa við ein bussførara.
Útsett óvissa
Mamma Jamal, sum reikaði í kring í komuhøllini, sjónliga rørd, vildi hava eina sigarett at pumpa upp á eina løtu.
- Eg eri eitt sindur í ørviti. Vit høvdu trupulleikar við pappírunum hjá børnunum. Men nú eru vit sloppin inn. Og vit kenna okkum trygg nú. Trupulleikarnir eru fyribils gloymdir. Hóast hetta á pappírinum er ein fyribils loysn, so vóna vit at uppihaldið verður varandi. Nú líta vit framm eftir og fara at royna at skapa okkum eina líkinda tilveru her í Føroyum, segði hon við Sosialin, áðrenn ein grønlendsk kona, sum hevur búð leingi í Føroyum, tók fast í hondina á nýkomnu flóttakonuni.
- Her í Føroyum er gott at vera, segði brosandi grønlendska konan. Føroyski maður hennara tók undir við henni, og nikkaði seigliga.
Ordiliga fitt
Fyribils hava familjurnar bert fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hvussu eydnast skal teimum at fáa endaligt loyvi at vera í Føroyum, nú tær ikki sleppa at vera í Danmørk, er enn ógreitt.
Men Jasmin, sum fer í fjórða flokk í summar, hugsaði ikki um paragraffir, lógir og politikk, meðan hann stóð á sólgylta vøllinum í Vágum.
- Eg veit ikki, hvussu føroysk børn eru, men eg vænti, at tey eru ordiliga fitt, segði hann stórbrosandi.