– Onkur sigur, at eg eri kanska eitt sindur av eini linsulús, og at vera í fokus gevur mær sum so ikki stórvegis høvuðbrýggj. Sum flogskipari eri eg eisini vanur við at skula traðka fram og at fólk hyggja og lurta eftir mær. Soleiðis sigur 37 ára gamli politikarin Janus Rein, sum lýsir seg sjálvan sum ein nærlagdan, viljasterkan og vertskapligan persón.
Janus er uppvaksin í einum politiskum umhvørvi, og í barndómsheiminum bleiv dúgliga prátað um politisk viðurskifti við døgurðaborðið. Til tíðir kundi tað gerðast ov nógv av tí góða:
- Tá kundi onkur viðhvørt siga “come on, kunnu vit ikki snakka um okkurt annað enn politikk eina løtu?” Tað gingu sjálvdan meir enn 5 minuttir, og so byrjaðu vit øll aftur at kjaka um politisk viðurskifti,” flennir Janus og minnist, hvussu foreldrini plagdu at siga, at hann fór at gerast rækjuskipari.
- Tey gomlu søgdu altíð “Janus verður rækjuskipari,” men longu tá eg var fyrst í tjúgunum, visti eg, at eg helst einaferð skuldi gerðast politikari, men eg helt tað vera týdningarmikið at fáa útbúgvingar og lívsroyndir í hús, áðrenn eg tók tað stigið, fortelir Janus.
Óður eftir vitan
Janus, sum er uppvaksin í Tórshavn, dámar væl at hava nógv um oyruni og trívist best har, sum tingini henda. Longu sum 14 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til skips við einum trolara, og hóast tann túrurin ikki gjørdist nøkur succes fyri lítla, klæntrasliga havnadrongin, so er hann glaður fyri, at hann fekk henda møguleikan:
- Sum barn og unglingi var eg helst eitt sindur buldrasligur og ikki altíð heilt nemmur, men túrurin til sjós gjørdi, at eg búnaðist nógv, sigur Janus og leggur afturat, at hóast túrurin var strævin, so lærdi hann eina rúgvu. Og júst hugurin at læra okkurt nýtt er nakað, sum eyðkennir nýggja tingmannin:
- Eg havi nokk altíð verið óður eftir vitan, og tá eg var um 20 ára aldur og fann útav, at eg kláraði meg væl í skúlanum, fekk eg veruliga blóð upp á tonnuna og ynskti at útbúgva meg meir, greiðir Janus frá. Hann er útbúgvin vinnu- og bjargingarkavari, skipsførari, flogskipari og innan løgfrøði og er sambært honum sjálvum er eitt sindur av einum nørdi:
- Eg havi ongantíð dumpað nakra próvtøku og altíð fingið rímulig próvtøl. Mann kann nokk kalla meg fyri ein vertsskapsligan nørd, tí eg eri ikki tann, sum situr við nøsini í eini bók 24/7. Heldur hinvegin hevur tað ofta verið alt ov lætt at lagt bókina frá mær, tá okkurt betri alternativ hevur býðst. Men eg eri nærlagdur, tað liggur væl fyri hjá mær at lesa og ikki minst at minnast tað, eg havi lisið, og so krevji eg nógv av mær sjálvum, sigur Janus, sum er greiðir yvir, at tað ikki bara er gott altíð at hava høgar ambitiónir:
- Trupulleikin er tann, at eg til tíðir vænti tað sama av øðrum, sum eg vænti av mær sjálvum, og av tí at eg seti høg krøv til mín sjálvs, so kann eg blíva skuffaður og irriteraður, tá onnur ikki gera tað, sum eg meti er neyðugt, sigur Janus og fortelir, at hann til tíðir kundi hugsað sær at duga betri at verið óseriøsur:
- Tá eg fari í holt við eitthvørt, so vil eg gera tað hundrað prosent. Tað er nakað, sum eg havi frá eitt nú Mærsk-tíðini, sigur Janus, sum eitt skifti aftan á sjómansskúlan sigldi við bingjuskipum og supply-bátum hjá A.P. Møller-Mærsk. Hagani hevur hann fingið royndir og virðir, sum hann heldur vera sera viðkomandi eisini í dag:
- Har lærdi eg at vera professionellur, eg upplivdi týdningin av at vera væl fyrireikaður og gera tingini ordiligt fyrstu ferð, greiðir Janus frá og minnist Mærsk-tíðina sum læruríka og gevandi.
Flogskipari í Løgtingið
At tað nú verður ein flogskipari, sum kemur at sita millum hini løgtingsfólkini, heldur Janus kann hava fleiri fyrimunir:
- Arbeiðið sum flogskipari krevur, at tú ert systematiskur og torir at taka avgerðir, og soleiðis fari eg eisini at royna at vera tær løturnar, tá cockpittið er skift út við ein sess í Løgtinginum, sigur Janus, sum ætlar sær framhaldandi at arbeiða eitt sindur sum flogskipari afturat løgtingsarbeiðinum. Hetta skal hann, um hann ynskir at varðveita certifikatini.
Hann dylir ikki fyri, at hann trívist stak væl í starvinum sum flogskipari, hóast tað eisini er eitt strævið og krevjandi arbeiði:
- Tað er eitt ótrúliga spennandi arbeiði við nógvari ábyrgd, og mann kemur víða um og upplivir eina rúgvu, greiðir Janus frá og flennir eitt sindur eftir ímyndini, ið fleiri hava av flogskiparum: - Vit eru sikkurt eitt serligt fólkaslag; vit eru stolt av okkara starvi , sigur Janus Rein og leggur afturat, at honum dámar væl at koma út millum fólk og fara í føðingardagar og veitslur, tá høvi býðst. Spurdur, hvat tað er fyri ein starvsfelagi, sum hini løgtingsfólkini fáa, er hann skjótur at svara:
- Mær dámar væl at skapa ein góðan stemning, har eg eri. Eg eri vanur við eitt ábyrgdarfult starv og veit tí eisini, hvussu nógv tað hevur at siga, at starvsfelagar kunnu skemta saman og práta um annað enn bert arbeiði, fortelir Janus. Hann vónar, at hann verður “eitt frískt lot” í løgtingssalinum, sum hann sjálvur tekur til:
- Eg haldi, at Føroyar trongja til eina ordans modernisering. Eg vóni, at eg verði eitt frískt lot, og so eg eri ikki typan, sum gongur við gron í fleiri dagar, um alt ikki gongur eftir ætlan, tí slíkum kemur mann ikki langt við, heldur Janus fyri.
Smíl, prát og tign
Sum politikkari í Føroyum ert tú eitt kent andlit, og fólk hava altíð viðmerkingar og vilja práta. Tað er nakað, sum Janus legði til merkis longu í byrjanini av valstríðnum, tá hann javnan var at síggja og hoyra í fjølmiðlunum:
- Tá byrjaði hetta her við, at ein lítil túrur til handils kann taka nógv longri tíð enn vanligt. Nógv vilja práta og kjakast um politisk evni. Eg eri nokk eisini hampiliga væl skorðin fyri tungubandið, so tað, at skula keypa ein pakka av mjólk, kann lætt taka ein heilan tíma, greiðir Janus frá og leggur afturat, at hann bert hevur jaligar upplivingar, og at fólk eru fryntlig og smílast, tá hann eitt nú er til handils. At síggja seg sjálvan á plakatum, í avísum, sjónvarpi og hoyra røddina hjá sær í útvarpi er nakað, sum Janus heldur vera eitt sindur løgið, men eisini stuttligt:
- At byrja við var tað undarligt, men eg vandi meg nokkso skjótt við tað undir valstríðnum. Hetta her við at fáa uppmerksomheit eri eg í ein ávísan mun vanur við frá míni flogskiparakarrieru, so tað er ikki nakað, sum eg hugsi so nógv um, sigur Janus. Nakað, sum hann harafturímóti hugsar meira um, er, hvussu hann ber seg, nú hann er vorðin tinglimur:
- Tað er tignarligt at vera á Tingi, og tí er tað ein sjálvfylgja, at eg eri tignarligur, bæði í verumáta og útsjónd. Sum flogskipari var eg eisini tilvitaður um mína tign áðrenn eg fór í politik, greiðir Janus frá, og eftir ein stuttan steðg í samrøðuni heldur hann áfram:
- Tað, at mann skal síggja ordiligur út, tað havi eg nokk frá arbeiðinum. Eg gangi til dømis uppí, at flogskiparabúnin sær snøggur út og hevur pen leg í buksunum, flennir Janus, sum kundi hugsað sær at gjørt meir fyri at fáa motión í gerandisdegnum:
- Ofta er tað ikki fyrr enn vektin gerst í so høg og panikkur kemur í, at eg byrji at íðka okkurt, sigur Janus, sum annars plagar at svimja av og á. Hann heldur, at hann í løtuni hevur tað gott í allar mátar:
-Eg plagi at siga, at eg eri ikki deyðiliga sjúkur, og eg klári meg, so eg kann ikki klaga um nakað, sigur Janus.
Stutt og skjótt:
1. Eg blívi glaðurtá campingvognurin er parkeraður, forteltið er uppi, grillin er tendrað, vinirnir eru komnir á gátt, og glaðir tónar ljóða úr anlegginum
2. Nakað, sum ger meg illan, er órættvísi og ósketni
3. Móti erein livandi og avgerandi partur av vælveruni fyri summi fólk. Sjálvur havi eg eitt avslappað forhold til móta, sjálvt um eg gangi eitt sindur upp í mín stíl. Móti er ikki tað sama sum stílur
4. Vælvera ertá eg havi frið í sálini, og alt gongur upp í eina hægri eind
5. Í løtuni gleði eg meg tilnýggju avbjóðingarnar í starvinum sum tingmaður