Eg eri eitt bygdarfrell

Síðani hon var 18 ára gomul hevur Juanita Schrøter Holm roynt seg sum modell í Føroyum og uttanlands. Fyrsta kjansin sum modell fekk hon á einum bakaríi í Havn, og fyri stuttum fekk hon spennandi uppringing á Flakavirkinum í Hvalba

Tað var ein sunnumorgun fyri fýra árum síðani, at Juanita Schrøter Holm fyrstu ferð varð spurd, um hon vildi royna seg sum modell. Hon fór inn á eitt bakarí í Havn at keypa morgunbreyð, og har fekk ein sniðgevi eygað á hana.

- Eg hevði verið í býnum um náttina og skuldi keypa breyð til morgunmat. Tá kom Elisa Heinesen til mín og spurdi, um eg hevði hug at verða modell fyri hana, greiðir Juanita frá.

Hetta var byrjanin til fleiri spennandi uppgávur sum modell. Juanita hevur verið á forsíðum í Føroyum, gingið catwalk til London Fashion Show, hevur búð í Bretlandi, og seinast hevur hon verið við í modellkapping í donskum sjónvarpi.


Leyp út í tað

Juanita Schrøter Holm er ættað úr Hvalba, men hon er nú flutt til Havnar at búgva, tí hon er farin undir lesnað til lærara.

Men modelluppgávurnar og dreymurin hava altíð sentral hjá henni. Høga, reyðhærda gentan úr Hvalba við tí sterka úttrykkinum hevur havt nógvar spennandi uppgávur - bæði heima og burturi.

Eitt skifti búði hon í London, har hon hevði fleiri modelluppgávur. Sniðgevin Elisa Heinesen, sum eisini býr í London, hjálpti Juanitu við at finna arbeiði, og Juanita gekk eisini modell fyri Elisu Heinesen til London Fashion Week.

- Fólk søgu onkuntíð við meg í Hvalba, at eg skuldi roynt meg sum modell, og eg hugsaði eisini eitt sindur um tað, men tað hendi einki við tí, fyrr enn eg møtti Elisu á bakarínum í Havn. So leyp eg bara út í tað, sigur Juanita.

- Mær dámar væl at arbeiða sum modell. Tað er spennandi og fjølbroytt, tú møtir nógvum fólki, og tú kemur runt ymsastaðni.


Top Model

Juanita hevur verið við í sjónvarpskappingini Danmarks Næste Top Model, sum Kanal 4 sendir. Sendirøðin er júst byrjað – triði partur var í vikuni – og í fyrsta partinum var Juanita at síggja.

- Ein vinkona helt, at eg skuldi tekna meg til kappingina, og eg sendi so eitt bræv avstað. Ein dagin, tá eg var til arbeiðis á flakavirkinum í Hvalba, ringdi telefonin í lummanum. Tá var tað Kanal 4, sum vildi hava meg til Danmarkar at verða við í sendingini, greiðir Juanita frá.

Hon fór avstað og var við till fyrstu upptøkuroyndirnar. Fyrst vóru tær 100 gentur, síðani varð skorið niður til 38, og síðani aftur til 20 gentur. Juanita var eina av teimum seinastu 20. Síðani skuldu 13 gentur veljast út til kappingina, og hetta var gjørt í fyrsta parti av sendingini.

- Eg varð ikki vald millum tær 13, og kanska var tað tí, at eg gjørdi ikki nóg nógv vart við meg. Framleiðararnir søgdu, at tey leitaðu ikki bert eftir útsjónd, men eisini eftir gentum, sum kundu bera eina sendirøð, so tað ráddi um at gera vart við seg á ymsan hátt, sigur Juanita.

- Tær donsku genturnar vóru nokk meiri ósmædnar enn, eg helt meg eitt sindur aftur, og tað gjørdi kanska, at eg slapp ikki upp í part. Men tað var sera stuttligt at royna eina slíka kapping, og mamma heldur, at tað var fínt, at eg fór út, tí genturnar fóru ikki so væl við hvørji aðrari.


Má tola kritikk

Tað verður ofta havt frammi, at krøvini til modellirnar eru sera hørð. Tær skulu verða klænar, síggja gott út og skulu passa sítt arbeiði.

- Eg havi ikki nakað serligt problem við at verða væl fyri. Eg kann eta tað mesta uttan at taka uppá, og eg má næstan royna at eta nógv fyri ikki at blíva for kløn. Men eg eri eisini í tí støðu, at mær dámar væl sunnan mat, sigur Juanita.

Modellirnar kunnu koma út fyri hørðum kritikki í sambandi við uppgávur og annað, og tað mugu tær læra seg at taka ímóti.

- Tú skalt ikki verða veik og mást tola nógvan kritikk. Tað er vigtigt, at mann ikki tekur kritikkin persónliga, og so skal mann bara trúgva uppá seg sjálva. Onkran kritikk kann mann ikki brúka til nakað. Vissi onkur sigur við meg, at eg havi ov stóru eygu, so fái eg einki gjørt við tað. Men fái eg at vita, at eg skal ganga øðrvísi, so kann eg lurta og læra, sigur hon.

- Í fyrstuni var tað tungt at fáa kritikk, men so lærdi eg, at eg skuldi ikki taka tað ov nær.


Bygdafrellið

Juanita Schrøter Holm er uppvaksin í Hvalba, og har treivst hon sera væl.

- Eg eri eitt bygdafrell. Eg havi arbeitt í fisk og alt hatta har. Sjálvt um mær dámdi væl at búgva í London, so trívist eg kanska betur í Føroyum. Tað er gott at royna okkurt nýtt av og á, men eg havi tað fínt í Føroyum, sigur Juanita.

- Tað merkir tó ikki, at eg ikki fari av landinum aftur, um eg skuldi fingið onkran kjans sum modell. Tað er næstu árini, at eg skal royna tað, um eg ætli mær tað, men tað kann saktans verða, at eg endi aftur í Hvalba seinni – tá eg eri eitt sindur eldri, sigur Juanita.




Fakta

Navn: Juanita Schrøter Holm

Aldur: 22 ár

Uppvaksin í Hvalba

Búsitandi í Havn

Gongur fyrsta árið á Læraraskúlanum