Bill Justinussen, løgtingsmaður og limur í Rættarnevndini
Lógaruppskot landsstýrisins um fólkayvirlit ljóðar soleiðis í fyrstu grein, sum umrøður sjálvt endamálið við lógini:
§ 1. Lógin hevur til endamáls at tryggja, at
1) øll, ið § 3, stk. 1 fevnir um, hava eitt persónstal,
2) Landsfólkayvirlitið goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal.
Sostatt hevur landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum endaliga fingið Løgtingið at staðfesta P-talið í sjálvari lógini um fólkayvirlit. Hóast landsfólkayvirlitið hevur brúkt P-talið sum eyðkenni í mong ár, hevur hetta verið gjørt uttan lógaráseting. Tað er í sjálvum sær ein trygd fyri, at land okkara hevur eitt rímiligt fyrivarni, tá umræður rættin hjá hinum einstaka at vera meira enn bert eitt nummar í tilveruni. Men nú vildi landsstýrismaðurin ikki longur, nú skuldi P-talið og nýtslan av hesum sláast rimmarfast í lógarverkinum. Fylgjurnar kunnu, um illa vil til, vera álvarsligar. Sum limur í Rættarnevnd Løgtingsins havi eg tí lagt fyri Løgtingið uppskot um broyting í lógini um fólkayvirlit, har P-talið er tikið burtur úr uppskotinum, meðan tað, sum uppskotið í veruleikanum eigur at snúgva seg um, verður høvuðsinnihaldið. Tá broytingaruppskotið ikki fekk nakra umrøðu á tingi seint mánakvøldið 30. apríl, fari eg at loyva mær at gera vart við støðu mína í hesum lesarabrævi.
Ein minniluti í nevndini (Bill Justinussen) heldur, at lógin í alt ov stóran mun snýr seg um at staðfesta og rættvísgera nýtsluna av persónstalinum í almenna kervinum. Longu í endamálsorðingini verður staðfest soljóðandi:
Persónstalið er reyði tráðurin ígjøgnum alt uppskotið og í viðmerkingunum. Persónstalið er nevnt heilar 26 ferðir í sjálvum lógaruppskotinum og heilar 80 ferðir í viðmerkingunum. Minnilutin heldur, at tað kann ikki vera eitt endamál í sjálvum sær at eyðmerkja hvønn einasta føroying við einum persónstali. Við atliti at fólkatalinum er tað undrunarsamt, at tað ikki ber til at finna fram til røttu viðkomandi við vanligum adressuupplýsingum, tá tað í stórum londum við milliónatali av íbúgvum ber til at liva uttan persónstal. Og serliga við framkomnu tøknini í huga, átti tað at verið eitt spæl at skrásett persónar uttan nýtslu av persónstali og uttan mistøk.
Eins og minnilutin undrast Hagstova Føroya eisini á tunnu endamálsorðingina. Hagstovan viðmerkir m.a., at endamálsorðingin ikki er nóg breið og eigur at staðfesta endamálið við sjálvari skránni heldur enn bara endamálið við p-talinum.
Fyri nøkrum árum síðani var drúgt orðaskifti í Føroyum um nýtsluna av persónstalinum. Ungdómur, sum umboðaði flokkin hjá núsitandi landsstýrismanni, savnaði inn yvir 9.000 undirskriftir fyri at mótmæla tvungnu nýtsluni av P-talinum í bankum og í skattaspurningum. Tó hevur almenni myndugleikin síðani í eini líðandi gongd miðvíst útbygt nýtsluna av P-talinum. Um hendan lógin verður samtykt, er alt undirstøðukervið fyrireikað til tess at tryggja eina umfatandi samankoyring av persónligum upplýsingum í almenna kervinum. Samankoyring av persónsupplýsingum er eitt sera viðkvæmt mál, og kann eftir minnilutans meting lættliga gera seg inn á persónliga frælsið. Grundleggjandi átti almenni myndugleikin at havt persónstalið sum eitt tænastutilboð og ikki sum eina tvungna skipan. Tað kann hugsast, at nøkur eru í samfelagnum, sum ikki hava áhuga í at vera skrásett úr enda í annan við einum felags persónstali sum lykli. Hesi verða tvungin at vera partur av skipanini uttan frælsi til at velja hendan møguleikan frá.
Flestum kunnugt vóru milliónir av fólki vegna sín uppruna eirindaleyst tikin av døgum undir seinna heimsbardaga. Sagt verður, at ein av høvuðsorsøkunum til effektivu útreinsanina var, at almennu skráirnar vóru væl og neyvt skipaðar, og tí bar til at finna fram til teirra, sum skuldu forfylgjast. Vit liva sjálvsagt langt frá tí veruleikanum, men eingin veit um dagin í morgin, og hvønn veg samfelagið flytur seg. Tí eigur politiska skipanin ongantíð at lóggeva bara við verandi samfelagi sum grundarlagi, men eigur eisini at síggja inn í framtíðina við søguni sum lærumeistara. Tað gera vit ikki við hesum uppskoti.
Uppskotið kann, um illa vil til, gera seg inn á persónliga frælsið, og tí eigur persónstalið ikki at vera berandi bulurin í uppskotinum. Tað eigur at bera til at vera føroyingur og nokta at fáa eitt persónstal smoygt um hálsin longu frá føðingini. Eingin skipan er so góð, at hon ikki kann misnýtast, og tí tekur Miðflokkurin frástøðu frá við lóg at staðfesta persónstalið sum lykilin til almennar hurðar í framtíðini.
At bakka aftur til tíðina áðrenn persónstalið verður trupult, men her og nú ber til at lóggeva um fólkayvirlit uttan at staðfesta nýtsluna og kravið um persónstal við lóg. So hava vit ikki fullkomiliga slept endanum, men halda hóvliga aftur til frama fyri persónliga frælsið.