- Eg eri heppin og takksamur

Eg havi altíð droymt um ein skúla, har tað musiska og tað listarliga var drívmegin. Ein skúla, sum lyfti seg upp um tað verðsliga og sendi nøkur ríkari menniskju út í samfelagið. Hetta hevði verið tann størsta gávan, vit kunnu geva okkara næmingum,sigur Frits Johannesen, listamaður, lærari, kóreiðari, kveikjari og mangt annað.

- Knarr? Nei, knarr er ein moderna vælferðarsjúka, sum tíbetur ikki hevur rakt meg, sigur Frits Johannesen, nú hann enn einaferð verður mintur á, at hann fyllir 60 ár í dag. Og Frits man nokk vera besta dømið um, at knarr og grenj ikki er nakað, ið fylgir við aldrinum av sær sjálvum.
- Hygg bara! Eg havi verið giftur við míni vøkru dís í meir enn 30 ár, eigi tveir fittar og dugnaligar synir, tvey deilig abbabørn, og eg fari glaður til arbeiðis hvønn morgun.
Eg havi verið so heppin, at fáa møguleikan at seta okkurt í gongd her í bygdini ? ikki at alt hevur verið líka væleydnað, minni enn so - men fólki her í Fuglafirði hava altíð stuðla mínum hugskotum og eru farin serstakliga væl við mær. Tað skulu tey eiga, og tey skulu vita, at eg eri ómetaliga takksamur fyri tað, sigur Frits rørdur á málinum.
At fuglfirðingar eisini eru takksamir fyri at hava Frits Jóhannesen ímillum sín sæst á øllum brøgdum, nú hann fyllir 60 ár. Við heilsanum, yrkingum, blaðgreinum, konsertum og framsýningum tykjast øll í bygdini onkursvegna at vera við til at heiðra bygdamannin. Sjálvur heldur Frits hetta vera at gera alt ov nógv hóvasták. Tí sjálvt um armrørslurnar eru stórar, er maðurin sera lítillátin, ja enntá smæðin vil hann sjálvur vera við. Eitt sindur løgið, tí smædni er ikki tað fyrsta, tú hugsar um, tá tú lítur aftur á alt tað, Frits hevur avrikað ella sett í gongd.

Møsniskúlin.
Og kanska eru nógvu avrikini eisini úrslit av, at hann ikki tímur so nógv hóvasták. ?Frits er ikki so roksutur. Hann vil hava okkurt at henda, og so fer hann bara í gongd?, sum onkur segði.
- Jú, tað er nokk rætt, sigur Frits. Eg havi ikki so gott tol við ov nógv møsn. Hugsa bara um fólkaskúlan. Eg havi verið lærari nú í 37 ár, so eg haldi meg kunna siga, at hevði skúlin ikki verið so møsnutur, kundi nógv meir verið komið á skaftið. Vit kjakast og seta nevndir og halda fundir um hvørt smáting í staðin fyri bara at bretta upp um armar og fara í gongd. Alt hetta møsnið kemur av, at fólkaskúlin í dag eisini skal vera so øgiliga nógv annað enn skúli. Og jú meir tíð vit brúka uppá at fundast og kjakast og møsnast, jú minni tíð verður eftir til at geva næmingunum veruliga frálæru.
- Kanska eri eg bara gamaldags, men eg dugi ikki at síggja, hví tað skal vera neyðugt at skriva síðu upp og síðu niður við reglugerðum fyri, hvat ein skúli skal, og hvussu vit eiga at bera okkum at í honum. Lærarar skulu tora at seta mørk og lata vera við altíð at vera so fittir og lagaligir. Í øllum øðrum lívsins førum hava vit óskrivaðar reglur, sum øll laga seg eftir, tí tær eru ein sjálvfylgja. Soleiðis átti tað eisini at verið í fólkaskúlanum, so at bæði lærarar og næmingar fingu frið til at savna seg um at læra okkurt nýtt, sigur Frits avgjørdur á málinum.


Víðka sjónarringin.
- Mær dámar væl pedagogikk, haldi tað verða bæði áhugavert og neyðugt. Men eg haldi tað vera trist, at pedagogiska gandaorðið í fólkaskúlanum í dag er, at vit skulu niður á støðið, har næmingurnir er. Vit áttu heldur fyrst av øllum at lagt okkum eftir at toga teir upp, víðka teirra sjónarring og latið lærarar sloppið at oyst av teirra vitan og royndum, so næmingarnir fáa innlit í ein annan heim enn bara sín egna.
- Vit hoyra til dømis alla tíðina, at næmingarnir ikki kenna seg sjálvar aftur í okkara eldru bókmentum, og tí skulu teir ikki kroystast til at lesa tær. Jamen, so má tað vera okkara uppgáva at gera hendan heimin áhugverdan fyri næmingarnar. Gera vit ikki tað, svíkja vit ikki bara næmingarnar, men ein stórur partur av okkara mentanararvi fer eisini fyri skeyti. Vit síggja longu nú, hvussu nógv fátækari málið hjá tí yngra ættarliðnum er. Og eg eri sannførdur um, at tað eisini kemst av, at tey ikki hava upplivað tað ótrúliga ríka myndamálið, sum goymir seg í teimum eldru bókunum. Tað nyttar onki bara at sita og petta setningar sundur og gera málsligar venjingar, har tú skalt seta einstøk orð inn. Málið er ein livandi vera, sum skal upplivast. Og tað sigur seg sjálvt, at tú mást lesa meir enn bara nakrar leysar setningar fyri at fáa okkara myndamál at krúpa inn undir húðina, so tú kanst læra at brúka tað.
- Í staðin hava vit eitt heilt ættrlið, sum situr og skrivar sms-boð, sum eru sett saman av styttingum, kotum og hálvum orðum. Tað skulu tey eisini sleppa, men vit skulu eisini tora at læra tey eitt mál, sum hevur longri haldvirði, enn tað, tey skulu brúka beint her og nú. Tey vera takksom fyri tað seinni. Tað eri eg vísur í.

Ungdómurin rodnar ikki.
Frits hevur ein serligan eginleika til at vera til staðar beint her og nú og vera glaður um tað. So tá prátið kemur inn á ungdómin, tykist tað næstan burturvið at spyrja, um hann kundi hugsað sær at verið ungur í dag.
- Eg kundi unt teimum ungu at verið partur av tí gandakenda heiminum, eg eri uppvaksin í. Allar huldusøgurnar, við hoyrdu, gjørdu hvønn stein og hvønn mjørkaflóka til livandi ævintýrverur. Og eg eri vísur í, at hetta dulda og ókenda, kveikti og stimbraði okkara hugflog á ein heilt serligan hátt.
Tey ungu í dag vita alt, um tey vilja. Eg havi ein 10. flokk, sum júst er farin til Bulgaria, og nú ein dagin sótu tey á alnótini og funnu fram ferðavinnumál og hvørt lítið hotell, tey vildu vita okkurt um. Í dag kanst tú næstan gerast heimsborgari uttan at flyta teg. Í so máta livdu vit í eini svart/hvítari verð og vóru nógv meir bangin. Tá eg var 16, rodnaði eg, bara eg fór út um Gøtueiðið, og bar eg eyga við genturnar í Gøtugjógv, smoygdi eg mær aftur til Fuglafjørð sum skjótast. So uppá tann mátan hevði tað verið deiligt at verið ungur í dag. Eg meini so við ? tey ungu kunnu fara út um alla verðina í dag uttan at rodna.

Politisk uppboðssøla
Seinni tordi Frits tó at kaga út í heimin uttan at rodna, men hann gjørdist ikki sjómaður, sum pápin, ið ferðaðist úti í stóru verð við skipi alt sítt lív. Á einum túri í Keypmannhavn hevði pápin hoyrt sjálvan Stauning halda røðu, og heimafturkomin til Fuglafjørð var Theodor ?frelstur sosialistur?.
- Tað var neyvan nakar í Fuglafirði, sum rættiliga visti, hvat ein sosialistur var fyri nakað, men tað kundi neyvan boða frá nøkrum góðum. Og tað gjørdi tað ikki betri, tá onkur segði seg hava lisið í einum leksikoni, at sosialistar vóru fólk, sum ?fornægter Gud og Kongen.? Omma var, sum vera man, púra ólukkulig. Eitt var, at hon var mamma at einasta sosialisti í bygdini, men at sonurin nú eisini var farin at nokta Gud og Kongin var onki minni enn ein vanlukka.
- Tá í tíðini høvdu fólk eina heilt aðra virðing fyri politikki og politikarum. Eg minnist væl, at mamma og pápi lótu seg í síni fínu klæði, tá tey fóru á val, og at valdagurin var ein sera hátíðarligur dagur, har ein stór avgerð skuldi takast. Soleiðis er tað ikki longur, tí politisku flokkarnir líkjast so nógv. Onkuntíð tykist tað næstan sum, at politikkur er vorðin eitt sjálvtøkuborð har politikarar yvirbjóða hvønn annan fyri keypa atkvøður frá veljarnum.

Ringa samvitskan.
- Tað var eisini øðrvísi at vera javnaðarmaður tá í tíðini, tí tað var so stórur munum millum fátæk og rík. Tað er framvegis stórur munur millum fólk, men tað er meir, tí at summi eru vorðin ovurhonds rík. Lukkutíð hava vit megnað at skapað eitt samfelag her um okkara leiðir, har tað hvørki er góðtikið ella vanligt at fólk liva á hungursmarkinum.
- Í dag hevur markið millum rík og fátøk flutt seg, og gongur nú ímillum okkum og tey tilafturskomnu londini. Her ganga vit og hava hús og bil og taka tað sum eina sjálvfylgju at fáa góðan mat hvønn dag, meðan vit vita, hvussu svárt onnur hava tað. Eg veit, at tað er so lítið, eg sum einstaklingur kann gera, men hesin tankin gevur mær ofta ringa samvitsku, og eg skilji fullvæl, at hesi menniskju flýggja undan fátækradøminum og leita sær til Skandinavia og Evropa. Øll royna vit sum frægast at veita menningarhjálp, so tey kunnu vera verandi í egnum landi, men tað verður ongantíð meir enn bert ein dropi í havinum. Hatta er so syndarligt, og ongin tykist at hava eitt gott boð uppá, hvussu vit skulu loysa trupulleikan. Tað havi eg heldur ikki, men eg eri sannførdur um, at hatta verður ringa samvitskan og størsta avbjóðingin hjá politikarum í hesi øldini.

Tónleikurin og listin.
Tá tú prátar við Frits, prátar tú ikki um tónleik eina løtu fyri síðani at skifta evni og práta um okkurt heilt annað. Tí Frits prátar um tónleik allatíðina. Hjá honum kann alt samanberast við tónleik, og uttan mun til, hvat evnið er, fær Frits altíð givið prátinum eitt serstakt musiskt flog.
- Øll list er ein ál av sama vadmali, men tónleikurin er tann týdningarmesta listagreinin, sigur Frits avgjørdur. Og tað er hann, tí hann á ein serligan hátt savnar fólk um listina her og nú. Øllum fólkum dámar okkurt slag av tónleiki, og øll fólk syngja ella murra. Tað er jú eisini heilt ótrúligt, at ein einsamallur tónleikari kann savna eina stóra fólkamongd í senn í eini felags listarligari uppliving. Við tónleikinum kunnu fólk eisini skapa list í felag, vera við í eini listarligari gongd, sum ikki kann samanberast við nakað annað. Nú havi eg verið kórleiðari í nógv ár, og eg síggi, hvussu fólk taka tónleikin til sín og við sær víðari og altíð venda aftur til hann á ymsan hátt.
- Tað er ikki ov nógv sagt, at sangur hevur verið mít lív, og eg havi altíð droymt um, at vit høvdu ein skúla, har tað listarliga og tað musiska var tað ráðandi. Ein skúla, har tað var eitt krav, at allir lærarnir høvdu onkra listarliga sergrein soleiðis, at tað listarliga gekk í gjøgnum skúlan, sum ein reyður tráður og ikki bara hekk og darlaði uppi í onkrum øðrum, sum tað ger nú. Eg eri sannførdur um, at tað ber til, og at tað er rætt at skapa ein skúla, ið lyftir seg upp um tað verðsliga, og at vit harvið høvdu sent nøkur onnur og ríkari menniskju út í samfelagið. Tað er jú eitt eyðkenni fyri alla góða list, at hon er ikonisk, at hon letur dyr upp inn í ein størri heim. Tí er tað ongin ivi í míni sál um, at ein skúli, har listin og tónleikurun var drívmegin, hevði verið tann størsta gávan, vit kundu givið okkara næmingum.
- Listarlig og serliga musikalsk menniskju hugsa eisini øðrvísi enn onnur. Tey eru meir intelligent, tí teir ymsu partarnir av heilanum hjá teimum arbeiða meir harmoniskt saman. Hevur tú ikki lagt merki til tað?, spyr Frits, sum týðiliga er vorðin heitur og rørdur av hesum tónleikaprátinum. Orðini røkka ikki til longur, so í staðin fyri at tosa meir, byrjar Frits at syngja vakra sangin ?Så skimrande var aldrig havet? eftir svenska vísusangarin Evert Taube, fyri mær.
Og meðan eg lurti, byrji eg at skilja, hví onkur brúkti yvirskriftina ?Kveikjarin mikli? í eini grein um listarliga heimsborgaran í Fuglafirði, Frits Johannesen.