Í síðstu viku vitjaði In.fo í Fuglafirði, og her hittu vit kavaran, Símun J. Højsted, sum var í holt við at skera jarn undir vatni. Talan var um jarn, sum stendur eftir í nýggju atløgusíðuni, sum J & K Petersen Contractors hava bygt fyri Fuglafjarðar kommunu.
Vit fylgdu kavaranum, meðan hann læt seg í kavarabúnan, hongdi tungu blýggini um miðjuna á sær og tók tungu iltfløskurnar á bakið. Men, alt hetta klárar ein kavari ikki einsamallur. Hann hevur nevniliga ein mann at hjálpa sær.
Alla tíðina, meðan kavarin er niðri, hevur hann samband við mannin uppi á landi. Maðurin á landi fylgir gjølla við, hvussu kavarin hevur tað. Soleiðis er neyðugt, at í minsta lagi tveir mans - kavari og hjálparmaður á landi - eru saman um slíkar uppgávur.
Men, er tað ikki ógvuliga tungt at arbeiða í slíkum búna upp í tímar í senn - undir vatni og við tungum blýggjum um miðjuna og tungum iltfløskum á bakinum? Henda spurning settu vit Símuni J. Højsted.
- Jú, tað kann vera strævið at arbeiða undir vatni, men í løtuni arbeiði eg so ovarlaga í sjónum, at tað gongur. Tað eru einir 12 metrar niður á botn, og tað er tyngri at arbeiða á slíkum dýpi. Eg eri heldur ikki 25 ára gamal longur, sigur Símuni J. Højsted, kavari, brosandi.